Vit mugu tora

Og vit mugu trúgva upp á tað

So fekk landsliðið aftur ein upp á kjaftin, sum fær primitivu røddurnar at spýta í lógvan, tendra telduna og oysa útspillingar yvir føroyska landsliðið. Til deils, so er tað eisini í lagi, tí avrikið í Belfast var væl undir miðla. Serliga fyrri hálvleikur var vánaligur.

 

Klumma: Fjølmiðladeyðin nær

 

Eins og móti Finnlandi, so fingu vit ein gyltan møguleika. Skoraðu vit upp á brotssparkið í Belfast, so var bara eitt mál á muni í hálvleikinum. Tað hevði nú ikki verið so gali.

 


Munurin millum tapið fyri Finnlandi og Norðurírlandi er, at vit í fyrra dystinum vóru á odda í hálvleikinum, meðan vit í Belfast fingu mønustingin longu í fyrra hálvleiki. Annars er afturgangandi fyri báðar dystirnar, at vit tora ella duga ikki at gera nakað skilagott við bóltin. Eg meini ikki við, at vit skulu spæla Barcelona, men sjálvt tá vit skulu gyppa vekk, so er ongin ætlan.

 


Nú eru fyrstu nervarnir farnir av hesi undankappingini. Vit hava gjørt okkara feilir og tað er eisini í ordan. Vit koma eisini at tapa fleiri dystir í hesi undankappingini, men skulu vit ikki siga, at hetta er seinastu ferð, at vit tapa upp á handan mátin?

 


Ynski er, at vit til dystin í annaðkvøld tora at spæla og vera á vøllinum móti Ungarn. Tora at skumpa aftur, og tora at biðja um bóltin, so viðspælararnir ikki verða kroystir fastir. Tora at geva okkum 100 prosent?

 

Hví fylgja tit ikki upp?

 

Vit hava ikki skapt ein stóran málmøguleika í 180 minuttir. Ikki ein gongd upp á deyðbóltar hótta vit. Ájú – brotssparkið í Belfast. Men hví eru menn ikki til reiðar at fylgja upp, eftir at Fróði hevur skotið? Sum myndin vísir, so stendur Jóan Símun einsamallur millum fleiri norðurírar. Teir eru eisini fyrstir at fáa returin. Eitt er at trúgva upp á, at Fróði skorar – men vit mugu eisini søkja tað óvæntaða – also trúgva upp á at vit kunnu fáa gagn av tilvildini og støðum, sum vit ikki avgera sjálvir.

 

Vit hava havt nakrar deyðbóltsstøður, har bólturin er komin inn í brotsteigin, eftir at onkur hevur fingið fótin á ella høvdið á áðrenn. Vit søkja ikki møguleikan, men bæði tey fyrstu málini hjá Finnlandi og Norðurírlandi koma eftur støður, har teir søkja møguelikan og trúgva upp á tað.

 


Lat okkum nú spæla ein landsdyst, har vit eisini søkja møguleikan í brotsteiginum. Ein landsdyst har við ikki er fjálturstungnir frá byrjan, men har vit hava yvirskot og dirvið til at bjóða av á fleiri økjum.

 

Lærupengi til U19

 

Føroyska U19 landsliðið fekk ein ordans umgang í fyrsta dystinum í U19 kappingin í Norðurírlandi í hesum døgum. Teir taptu heili 7-0 fyri Russlandi í fyrsta dystinum, og 2-0 fyri Kekkia í dystinum eftir.

 


Serliga var tapið fyri Russlandi ein ámining um, at vit ongantíð skulu verða bangnir fyri at fara á vøllin. Bæði tá tað kemur til at stríðast, men eisini tá vit skulu spæla. Dysturin var ein lektión í fótbólti, sum dreingirnir vónandi aldrin gloyma, men heldur taka við læru. Tað er í ordan at spæla í bestu deildini í Føroyum, men ætlar tú nakað her í stóru verð, so er vegurin langur og ikki minst harður. Læri meðan tit kunnu!

 

Føroyar framá!

 

Tróndur Arge

 

Klumman í Sosialinum 13. oktober 2014