- Vit mugu taka tað sum tað kemur

Ein stórur partur av heimaflotanum er í trupulleikum, men lækkaðu oljuprísirnir fara vónandi at bøta um vánaligu gongdina. FSN sær møguleikar við broyttu FAS-skipanini, sum vónandi fer at geva nakað av sær

Aðalfundur

 

Tvey av manningarfeløgunum, sum halda sínar regluligu aðalfundir og landsfundir millum jóla og nýggjárs, eru Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN). Felagið hjá føroyskum fiskimonnum uttanlands plagar eisini at halda sín aðalfund millum høgtíðirnar.

Eyðstein Djurhuus, formaður í FSN, sigur, at hann fer at leggja fram eina gjøgnumgongd av tí, sum felagið hevur fingist við í hesum árinum.

- Eg fari í fyrsta lagi at røða um mál, sum eru fevnd av okkara sáttmálaøki.

FSN hevði eisini sín leiklut í málinum um stóra verksmiðjutrolaran Topas, og hetta mál tekur formaðurin eisini upp í síni ársfrágreiðing.

- Eitt annað og áhugavert mál er broytta FAS-skipanin, sum vónandi fer at geva føroyskum navigatørum og sjófólki annars fleiri møguleikar við fleiri frálanda-og farmaskipum undir føroyskum flaggi.

Eyðstein Djurhuus sigur, at felagið hevur stórar vónir um broyttu FAS-skipanina.

- Tað, sum er broytt í skipanini, er, at reiðaríini fara at fáa eina enn størri afturbering, sum nú verður 35%. Haraftrat kemur tann broyting í gildi 1. januar, at inntøkur undir FAS-skipanini nú skulu gjalda 35% í skatti í staðin fyri, at hesar inntøkur hava fingið sjómansfrádrátt og síðan vanligan skatt av restini, sigur hann.

 

Útlit frameftir

Formaðurin í FSN heldur tað vera torført at meta um útlitini hjá hansara limum fyri komandi ár.

- Ein stórur partur av heimaflotanum er í trupulleikum, men lækkaðu oljuprísirnir fara vónandi at bøta um vánaligu gongdina.

Hinvegin sær Eyðstein Djurhuus møguleikar við broyttu FAS-skipanini, sum hann vónar fer at geva nakað av sær.

- Tað er altíð ilt at spáa um tað, sum liggur fyri framman, men vit noyðast at taka tað, sum tað kemur – og vónandi fer árið at laga seg hampiligt, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.