Er ætlanin at útróðrarflotin skal yvirliva, eigur okkurt munagott at verða gjørt beinanvegin. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Tí vil hon nú hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at greiða alment frá, um ætlanin er at gera nakað fyri at bjarga útróðrarflotanum.
Bjørt Samuelsen vísir á, at útróðurin hevur havt stóran týdning fyri Føroyar, og hevur skapt arbeiði til nógvar hendur kring landið.
Men nú gongur tað illa hjá útróðrarvinnuni og tað er ringt hjá útróðrarmonnum at fáa endarnar at røkka saman. Avleðingin er, at talið á útróðrarbátum er nógv minkað, miðalaldurin á útróðrarmonnum er høgur og og tað eru fá ung, sum velja sær hendan vinnuvegin.
Umboð fyri útróðrarflotan hava javnan vísa á, at teir eru hart kroystir allastaðni frá, men útróðrarbátarnir hava ikki fingið eina stuðlandi hond frá myndugleikunum í sama mun, sum onnur í fiskivinnuni.
Útróðrarbátarnir, sum fiska við snellu, er hart kroystur av línuflotanum og høvdu onkrar leiðir, sum eru grundarlagið undir snellufiskiskapinum, heilt, ella partvíst, verið friðaðar fyri línu, hevði tað verið ein bati.
– Tað er neyðugt at taka ávaringarnar, og neyðarrópini, frá útróðrarvinnuni í álvara og gera reglur, sum trygga grundarlagið hjá teimum, sum hava útróðurin sum livibreyð, sigur Bjørt Samuelsen.











