Vit mugu taka ábyrgdina í størri álvara!

Tíðargrein í Sosialinum 19. mars: Ákallan á pol­it­ik­arar og frí­tíð­ar­fel­ags­skap­ir frá ÍSF

Talið av børnum og ungum, sum mistrívast veksur støðugt. Hesa sein­astu tíð­ina er ljós varpað á vaks­andi trup­ul­leikar av rús­evn­um, einsemi og sálarligum trýsti mill­um ung. Tíðin er komin til at gev­ast at tosa og í staðin finna breið­ar loysnir tvørtur um alt sam­fel­agið. Hervið bjóðar ÍSF seg fram til at vera partur loysn­ini. Hvør annar er við?

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti:

Tað hava helst verið fleiri enn eg, sum hava øtast av yv­ir­skrif­t­u­num seinastu góða árið. 

Ein mynd er dagað fram, sum vit helst ikki vilja hoyra um. Okk­ara ungu stríðast á fleiri front­um millum annað við vána­liga sálarheilsu og strongd. Har­til eru rúsevni vorðin alsamt van­lig­ari millum ung í øllum land­i­num og í øllum aldri.  

Men vit vaksnu kunnu ikki blíva við at stinga høvdið í sand­in. Yv­irskriftir sum: »Føroyskur ung­dóm­ur er strongdur«, »Nógv rús­evni millum ung« og »Rúsevni floyma inn í okkara land« sum vit hava sæð seinastu tíðina, kunna okkum um ein veruleika, sum skal takast í álvara. Og tað skal gerast nú!

Tí tað snýr seg um okkara børn. Um okkara ungu. Og um okk­ara ábyrgd.

Tey, sum enda uttanfyri

Vit í ÍSF hava samskift við SSP, ið er eitt samstarv ímillum Skúla, Sos­i­alar myndugleikar og Politi.  Enda­málið er at fyribyrgja krim­in­a­l­i­teti millum ung og at seta inn tíðliga, so børnini ikki enda á skeiv­ari kós. 

Í hes­um samskiftinum við SSP kom løgreglan við eini greið­ari - og sam­stund­is hugvekjandi - nið­ur­­støðu: øll tey ungu undir 18 ár, ið enda sum mál hjá pol­i­ti­num, tí tey traðka við síðuna av, hava ein felagsnevnara. Hóast um­støð­urnar annars kunnu vera sera ymiskar, er kortini eitt, sum gong­ur aftur hjá øllum. Tað er, at tey ikki eru partur av nøkr­um skipaðum felagsskapi. Tey kenna seg líkasum ikki hóska inn nakr­a­staðni ­og enda tí - til­vit­að ella ótilvitað - uttanfyri all­ar menn­andi felagsskapir. 

Uttan fyri skipaða felags­skap­in er lættari at enda á skeivari kós. Har kennist nívandi ein­sem­ið. Og har kann sálarheilsan verða bjóðað av á heilt øðrvísi hátt enn hjá teimum, sum eru inn­an fyri felagsskapin.  

Tíbetur hava vit í Føroyum nógv­ar góðar og uppbyggiligar fel­ags­kapir av ymsum slagi. Ítrótt­ur­in er bara ein teirra. Men øll vit, sum varða av ymsu felags­skap­u­num, mugu nú minka mesk­ar­nar, so vit fáa fatur á børn­um og ungum, sum í dag ikki kenna seg hoyra til.

##med2##

Fyribyrgjandi felagsskapurin

Fyri mítt egna øki kann eg byrja við at viðurkenna, at kapp­ing­ar­ítrótt­ur ikki er fyri øll. Og tað hev­ur verið nógv fokus á úrslit sein­astu árini. Kanska ov nógv.

Tí ítróttur er so nógv annað enn úrslit. Ítróttur er eisini rørsla og felagsskapur í orðsins breið­astu merking. Hann knýtir okk­um saman. Letur okkum verða ein part av eini størri heild og hoyra til, sama um vit venja nógv ella lítið - um vit vilja vinna ella bar­a vera við - um vit hjálpa til ella eru áskoðarar. 

Í ítróttinum eru nógvir mátar at vera við í felagsskapinum. Men kortini er ein bólkur av børn­u­m og ungum, sum fellir utt­an­fyri. Sum manglar ein mein­ings­fullan felagsskap. 

Málið má tí vera, at vit í felag strekkja okkum longur, so vit eis­ini fáa henda bólkin við. So at tey eisini gerast virkin - sama um tað er innan ítrótt og rørslu, skót­ar, kreativar listagreinar, pol­i­tikk, átrúnað ella annað. Vit eiga øll ábyrgdina. Vit eiga øll at rætta teimum hondina.

Ikki tí - eg eri ikki so bláoygd at halda, at um bara øll eru part­ur av einum felagsskapi, so er slopp­ið. Trupulleikar kunnu liggja aft­an­fyri, sum stinga djúpt ella sum krevja eina djúpari við­gerð.

Men um felagsnevnarin fyri tey ungu, sum enda sum pol­i­ti­mál, er vantandi felagsskapur, so er kort­ini nærliggjandi at hugsa, at tann góði felagsskapurin onk­urs­vegna hevur eina fyri­byrgj­andi effekt. Og so hava vit í felag - øll somul - skyldu til at strekkja okk­ara felagsskapir longur út, so vit fanga enn fleiri av teimum, sum í dag kenna seg uttanfyri.

##med3##

Nýggir trupulleikar - nýggjar loysnir

Hóast trupulleikarnir, sum nú vísa seg her heima, eru nýggir her - eru teir tó kendir aðr­a­stað­ni. Í 2018 lat DGI úr hondum eina stóra rapport um danskan ung­dóm og tær avbjóðingarnar, sum nýggja tíðin hevur havt við sær av sál­ar­ligum avbjóðingum, ein­semi og strongd. 

Stóra kanningin hjá Fólk­a­heils­u­ráðnum bendir á tað sama her heima. 

Og nú vit seinasta árið ikki hava havt felagsskapin, hava vit av álv­ara sæð, hvønn týdning tað hev­ur fyri okkum at gera okk­urt í felag og at vera virkin sam­an. Hetta seinasta árið hevur prógv­að, at vit mugu taka hetta í álv­ara.   

Tey ungu stríðast, tí so nógv verð­ur væntað av teimum. Tey skulu bæði megna skúla, út­búgv­ing og ungdómslívið við øll­um tí, sum har til hoyrir. Við sos­i­alu miðlunum er trýstið økt mark­ant, síðani vit sjálvi vóru ung. Tíð­i­rnar eru broyttar, og tað má end­ur­speglast í tilboðunum, sum tey hava at velja ímillum. Vit kunnu ikki sita hendur í favn og bíða, inntil tey laga seg til okk­ara - vit mugu í staðin laga okk­um til teirra. 

Vit eiga til dømis at gerast betri til at lurta eftir teimum ungu og geva teimum teir møg­u­leik­ar, sum tey ynskja sær og sakna, eftirsum tey ikki føla seg hoyra heima í nøkrum av ver­andi ítróttargreinunum ella frí­tíð­ar­til­boð­u­num. 

Lat okkum skapa dialog og ganga teim­um á møti, tí tey ungu vita best sjálvi, hvat teim­um mangl­ar. Lat okkum tora at hugsa øðrvísi. Og lat okkum fíggja tað, tað kostar. Detta tey nið­ur­í­millum, kostar tað mangar ferð­ir meiri - bæði fyri tey per­són­liga, fyri familjur teirra og fyri sam­felagið.

Saman við politisku skipanini og øðr­um ung­dóms­fel­ag­s­skap­um vilja vit vera við til at bøta um sál­ar­heilsuna hjá teimum ungu. Har er tað avgerandi, at vit minn­ast, at fyri mong eru rørsla og frí­tíð­arítriv eitt frírúm frá tí ann­ars støðuga trýstinum um at av­rika. Tí skulu vit ikki seta høg mál fyri øll ella trýsta øll til at náa langt. Nógv størri fokus skal set­ast á trivnaðin heldur enn bara á úrslitini - innan ítróttin eins væl og innan onnur tilboð. 

##med4##

Øll eiga ábyrgdina 

Men eg kann sjálvandi bara tala fyri mítt øki. ÍSF er ein sam­an­renn­ing av 25 sambondum, sum aft­ur hava 150 limafeløg. Vit vita, at vit røkka kring alt landið - og at vit hava stóra ábyrgd. 

Hesa ábyrgdina vilja vit nú standa við. Saman við øðrum góð­um kreftum vilja vit gera okk­ara til at lofta teimum, sum av ym­s­um orsøkum ikki kenna seg hoyra til nakrastaðni í dag. Tey, sum hava tað trupult og kenn­a seg einsamøll. Vit vilja fáa tey við. 

Hetta er álvarsamt. Politikarar hava sagt seg vilja gera okkurt, og til dømis hevur Taks nú fingið hægri játtan til eftirlit við inn­flutn­ingi. 

Men hetta røkkur longur enn "bara" til okkara landamørk. Hetta er eitt samfelagsmál, sum rak­ar alt landið, øll samfelagsløg og við­kem­u­r øllum borgarum. 

Vit mugu tí øll vera partur av loysn­ini. Frítíðarfelagsskapir, for­eld­ur, politikarar, SSP - og ÍSF. 

##med5##

Tí felagsskapur er at skapa í fel­ag. Øll hava okkurt virðismikið at lata og øll hava okkurt gott at vinna. 

Megna vit ígjøgnum góðan og gev­andi felagskap at tryggja bør­n­um og tannáringum eina betri ung­dóms­tíð, er nógv vunnið. Tað má av sonnum vera besta heið­urs­merki, vit yvirhøvur kunnu droyma um her á landi.

Vegna ÍSF rætti eg hervið hond­ina fram. Hvør tekur hana?