? Tað er farið at ganga búskaparliga tann skeiva vegin. Nýtslan veksur meðan útflutingurin minkar. Hetta merkir, at handilsjavnin er við at koppa tann skeiva vegin, og gera vit ikki nakað við hetta skjótt, kann tað enda galið.
Formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, er samdur við ráðgevandi nevndini hjá danska forsætismálaráðnum, tá hon í nýggju frágreiðing síni sigur, at neyðugt er at tátta í búskaparliga í Føroyum.
Ráðgevandi nevndin fyri Føroyar sigur, at neyðugt er við almennum sparingum, og mælir hon til, hægri skatt og avgjøld og privata pensjónsuppsparing.
Fullveldi gevur
høgan skatt
Edmund Joensen sigur tað vera torført at svara, um tilmælini frá nevndini skulu fylgjast, tí áðrenn svarað verður, mugu vit gera okkum greitt, hvat samfelag tað er, sum vit ynskja at liva í.
? Skulu vit fremja í verki ætlanirnar hjá landsstýrinum og fáa føroyskt fullveldi, eru inntrivini, ráðgevandi nevndin mælir til, ikki nóg mikið. Tá verða vit noydd at hækka skattin upp í 80 prosent, fyri at samfelagið skal klára seg fíggjarliga.
Men formaður Sambandsfloksins roknar við, at ráðgevandi nevndin hevur hildið seg til verandi samfelag, tá hon hevur gjørt nýggju frágreiðingina, og er hann prúra samdur við henni í, at føroyska samfelagið í løtuni er ovurupphitað.
Landsstýrið letst
ikki um vón
? Vit hava í løtuni eina stóra privata nútslu í Føroyum. Hendan nýtslan gevur sjálvsagt pening í landskassan gjøgnum MVG og onnur avgjøld, men landsstýrið eigur at geva sær far um, at samstundis er útflutningurin í støðugari minking samstundis, sum oljuprísirnir og rentan hækka.
Edmund Joensen heldur ikki, at landsstýrið gevur sær far um hesi tekin, og tí er hann bangin fyri vælferðini í samfelagnum.
Formaður Sambandsfloksins vísir á, at landsstýrissamgongan, tá hon varð skipað, legði ógvuliga stóran dent á, at nú skuldi føroyska samfelagið og føroyska umsitingin rationaliserast. Men samstundis vísir hann á, at beint tað øvugta er hent.
? Í staðin fyri at rationalisera umsitingina valdi samgongan at seta átta landsstýrismenn í staðin fyri seks, sum mælt hevur verið til. Harafturat vórðu tvey heil aðalstýri skipaði afturat, og hetta kostar pening.
Íløgur eftir tørvi
Edmund Joensen sigur seg vera samdan við ráðgevandi nevndini, tá hon mælir føroyingum frá at gera størri íløgur. Men samstundis vísir hann á, at tað á fleiri økjum er stórur tørvur á íløgum eftir kreppuárini, tá púrt ongar íløgur vórðu framdar.
? Vit eiga at raðfesta íløgurnar og fremja tær eftir tørvi í staðin fyri at gera allar beinan vegin. Tað er nevniliga umráðandi, at hildið verður aftur, tá búskapurin er upphitaður, so til ber at gera íløgur og harvið skapa arbeiði, tá illa stendur til í samfelagnum.
Ætlanir landsstýrissins í sambandi við Vágatunnilin eru at fíggja hann uttan fyri fíggjarlógina. Hetta heldur Edmund Joensen vera ógvuliga vandamikið. Hann vísir á, at hóast tunnilin verður fíggjaður uttan fyri fíggjarlógina, er tað landsstýrið, ið hevur evstu ábyrgdina, og er tað tískil landskassin, ið kemur at hefta fyri møguligum meirútreiðslum.
Samanumtikið sigur Edmund Joensen seg taka undir við flestu tilmælunum frá ráðgevandi nevndini, hóast hann ikki hevur nærlisið frágreiðingina. Hann er sannførdur um, at neyðugt er hjá føroyska samfelagnum at tátta í, serliga um vit ætla okkum fullveldi.










