Tær einaráðandi kvinnurnar hjá KÍ hava verið í steypafinaluni á hvørjum ári síðani 1999. Tær allarflestu eru vunnar, men sjáldan hava sigrarnir verið teir heilt stóru. Hesaferð er avbjóðarin HB, sum hevur eitt blaðungt lið í menning og longu er við at vera har – tær hava fyrr í ár argað KÍ og eru, eins og KÍ, fermdar við landsliðsleikarum.
Malena Josephsen, liðskipari hjá KÍ, viðgongur, at tað er trýst á teimum.
- Vit hava ikki havt trupulleikar av HB í Havn, har vit hava vunnið stórt, men í Klaksvík vunnu vit í seinasta minutti, men nú snýr tað seg um eina finalu, og tað er heilt nakað annað enn ein vanligur landskappingardystur. Tað liggur meira trýst á í eini steypafinalu, tí dysturin skal avgerast tann dagin og tað eru vit vanliga ikki so góðar til. Tað er mangan, at vit sjálvar okkara størsta mótstøðulið, so trýst eru vit ikki so góðar til, hóast vit hava vunnið so nógv sum vit hava. Tað sæst eisini aftur í steypafinalunum, har vit sjálvdan hava vunnið stórt, sigur Malena.
- Vit ongan dyst hava tapt í ár, men eg føli ikki at vit hava fingið okkara spæl at koyra ordiliga fyrr enn seinastu dystirnir áðrenn summarsteðgin og eftir summarsteðgin. Men heldur hava vit verið hepnar í fleiri dystum, har teir eru avgjørdir í seinastu løtu. Her kemur kanska okkara vinnaravilji fram, har vit stríðast til seinasta bríksl og fáa neyðugu málini, sum avgera dystirnar. Eg vil siga, at vit hava mugu stríðast meira fyri okkara málum í ár enn hini árini, hóast vit liggja langt fremst, sigur Malena Josephsen at enda.
Steypafinalan hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin kl.16.15.