Jens Stoltenberg, sum var forsætisráðharri í Noregi, tá ið álopið á Utøya og Oslo varð framt fyri 10 árum síðani, helt í dag røðu undir minningarhaldi í dómkirkjuni í Oslo
– Við hvørt ivist eg sjálvur, hvat eg skal velja í privatum ellar arbeiðsligum viðurskiftum, og so verður tað eitt kompromis. Men við hvørt er valið greitt. Vit kunnu ikki ivast. Svarið er eirindaleyst, segði hann.
– Yvirgangsfólk kunnu taka lív, men vit avgera, um tey sleppa at taka fólkaræðið frá okkum – okkara fría samfelag. Fyri 10 árum síðani brúktu vit kærleika ímóti hatri, men hatrið er framvegis har, segði Jens Stoltenberg og sipaði til eina hending, tá ið eitt minnismerki fyri 15 ára gamla Benjamin Hermansen, sum var dripin av nýnasistum í 2001, var fyri herverki.
Á middegi ringdu allar kirkjuklokkur í Noregi í fimm minuttir fyri at markera minnisdagin fyri Utøya og Oslo. Seinni í dag verður minningarhald á Utøya.











