Hvíti roykurin var ikki meira enn komin upp í kringvarpsskorsteininum, áðrenn tað aftur kom eldur í fjúsið.
Tá sáttmálin um rættindini hjá Kringvarpinum at senda frá føroyskum ítróttartiltøkum skuldi gerast, var stóri knúturin, hvussu spurningurin um sponsornøvn á kappingum skuldi tacklast. Tann spurningurin varð tó loystur at enda, men nú er nýggj tvístøða komin. Ein tvístøða, sum fyribils hevur borið við sær, at annars populeru spælarasamrøðurnar, sum verða gjørdar beint eftir dystin, í løtuni ikki eru partur av 3-2 sendingunum.
Trupulleikin er, at FSF og føroysku fótbóltsfeløgini hava sett fram krøv um, hvussu upptøkurnar skulu gerast. Krøv, sum Sjónvarpið als ikki kann liva við.
Boðini, sum vit hava fingið, eru, at vit nú skulu avtala undan dystinum, hvørjar spælarar ella venjarar vit skulu gera samrøðu við. Og hartil skulu hesar samrøður upptakast soleiðis, at sponsorveggir hjá feløgunum greitt framganga í bakgrundini. Tað eru krøv, sum vit als ikki kunnu liva við, og tí eru hesar samrøður fyribils steðgaðar, staðfestir Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Sjónvarpinum.
Nokta tvangsupptøkum
Mikudagin var fundur við umboðum frá ÍSF og Kringvarpinum, men hetta var tó ikki ein fundur, sum flutti partarnar stórvegis. Hetta gav kanska pørtunum møguleika at greiða frá sínum sjónarmiðum, men eingin semja av nøkrum slag kom burturúr.
Fyrst og fremst so hava vit staðfest, at eingin skal tvinga okkum til at venda upptøkutólinum hendan ella handan vegin. Lat meg eisini sláa fast, at vit hava einki ímóti, at upptøkur <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$eisini verða gjørdar við slíkar veggir. Men vit mugu sum miðil hava frítt av velja, nær vit gera slíkar upptøkur og nær vit gera upptøkur við meira action í. Annars missir sjónvarpið sum miðil alt ov nógv av tí, sum ger sjónvarp áhugavert.
Men er tað ikki samstundis spell fyri 3-2 sendingarnar, at eitt av mest undirhaldandi elementunum soleiðis hvørvur?
Tað er ræðuliga spell. Men vit føla tað so, at vit í løtuni ikki kunnu handla øðrvísi. Nú hava vit so greitt frá okkara sjónarmiðum, og avtalan var, at vit hoyra aftur frá ÍSF undan vikuskiftinum. Alt eftir tí svarinum fáa vit so at síggja, hvørt samrøður aftur verða gjørdar um vikuskiftið ella ikki, staðfestir Øssur Winthereig.