Økismenning
? Eg ivist ikki í, at tað eru bæði dugnaligir íverksetarar og dugnaligar leiðarar í Suðuroy. Men eg stúri fyri, at samanhaldið er ov lítið.
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum er ein týðandi politikari í royndunum hjá samgonguni at finna semju um politisk tiltøk at fáa Suðuroy á føtur aftur.
Men hann stúrir fyri, at manglandi evni hjá suðuroyingum at at standa saman og draga somu líni, er ein stórur snávingarsteinur í royndunum at fáa menningina í oynni aftur á beint.
Jógvan við Keldu samanber støðuna í Suðuroy við støðuna í Klaksvík og sigur, at tað sum bjargaði Klaksvík, var, at Fiskavirking aldrin slapp framat nøkrum virki í Klaksvík.
Hann ivast ikki í, at Fiskavirking fatur á virkjunum í Klaksvík, vóru fleiri av teimum stongd og tað høvdu teir ikki kunna livað við
?Suðuroyggin er langt burtur frá meginøkinum og eg haldi, at tað er umráðandi at fáa virkini í oynni, sum Fiskavirking hevur, yvir á privatar hendur.
Hann heldur, at tað er neyðugt at tær lokalu kreftirnar sleppa framat og fáa lagað viðuskiftini útfrá teirra egnu fortreytum og ikki útfrá fortreytum, sum hóva eini virkisleiðslu norðuri á meginlandinum.
Og hann heldur somuleiðis, at við teimum atfinningum, sum bæði politiska skipanin hava ímóti framferðini hjá Fiskavirking, ber tað ikki til, at Fiskavirking letur eitt heilt økið liggja deytt.
Hinvegin heldur Jógvan við Keldu eisini, at politikarar eru mangan ov ótolnir.
? Tað er ikki altíð, at tað verður hugsað nóg langt fram í tíðina.
Sjálvur minnist hann, at tá ið sum borgarstjóri í Klaksvík síðst í áttatiárunum, metti, at vit fingu undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð og at klaksvíkingar fingu ein nýmótans miðbý um eini 15 ár.
? Hetta var ikki altíð líka væl móttikið. Atfinningarnar vóru harðar og í besta føri ristu fólki við høvdinum og hildu meg ikki vera rættsiktaðan.
Hann sigur, at hetta er eitt dømi um at tað viðhvørt er neyðugt at hugsa framum "her og nú loysnir" og arbeiða fram ímóti einum máli, sum liggur longri frammi í tíðini enn politikarar vanliga hugsa um.
Loysnin má koma úr Suðuroy
Hinvegin heldur Jógvan við Keldu eisini, at tað er av størsta týdningi, at landsstýrið ikki átekur sær leiklutin sum lokomotivið, ið skal draga Suðuroynna fram á leið.
? Tað eru fyrst og fremst suðuroyingar sjálvir, ið mugu loysa trupulleikan og skera út í kortið, hvussu oyggin skal síggja út framyvir. Eru tað so viðurskifti, ið eiga at broytast og sum landsstýrið hevur ávirkan á, má landsstýrið taka tað upp og broyta tey neyðugu viðurskifti, tí útjaðaraøkini mugu hava loyvi at mennast til gagns fyri alt samfelagið.
? Tað er ikki landsstýrið sum skal ganga á odda. Tað nyttar ikki, at landsstýrið gongur á odda við tiltøkum, sum ikki eru kjølfest í lokaløkinum, sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum.
? Tað má heldur ikki vera so, at suðuroyingar føla seg tiknar av ræðið av landsstýrinum, tí talan má ikki vera um, at fólk missa sjálvvirðingina.
Hinegin heldur hann, at landsstýrið kann arbeiða síðuleypandi við ymsum tiltøkum, eitt nú við at beina ójavnan í flutningskostnaði burtur.
? Men eg havi eina kenslu av, at landsstýrið situr mitt í eini viðgerð, sum av røttum átti at farið fram í Suðuroynni. Tað er nógv meiri áhugavert, hvussu suðuroyingar kundu hugsað sær, at trupulleikin verður loystur.
? Hinvegin hevur landsstýrið sera stóran áhuga í, at Suðuroyggin verður ment, so hetta er avgjørt rætta tíðin hjá suðuroyingum at gera vart við seg og gera greitt, hvussu teir halda, at oyggin skal skipast.
? Vit skulu minnast til at, tá ið Føroyar eru bundnar saman í eitt stórt meginøki, og bara Suðuroyggin liggur fyri seg, stendur hon meiri einsamøll enn nú. Tí er neyðugt, at vit longu nú taka atlit til hesi viðurskifti, soleiðs, at Suðuroyggin er ein samanhangandi, samstarvandi og sterk eind. Tá verða tveir tímar til restina av Føroyum og bara 10 tímar til Skotlands.
Jógvan við Keldur heldur, at tað verður rætt borið at, eru stórir møguleikar fyri framman.
? Vit skulu eisini minnast til at 10% av føroyingum búgva í Suðuroy og tí er umráðandi at Suðuroyggin ikki gerst ein útoyggj, í framtíðar Føroyum.
Neyðugt at skapa arbeiðispláss
Hann heldur, at tað er neyðugt at Suðuroyggin fær arbeiðspláss í oynna, tí hon kemur í øllum førum í nakað nógv ár afturat at verða avskorin frá meginøkinum.
? Arbeiðsloysið er tað hvassasta svørðið av øllum og er fólkið ikki í arbeiði í mánaðir, fyri ikki at tala um í fleiri ár, missir tað uppdriftina og tað er tað mest hættisliga av øllum.
? Framtaksgrunnurin varð settur á stovn við tí endamáli at seta vinnulig tiltøk í verk, sum síðani skuldi seljast.
? Men tá ið Framtaksgrunnurin ikki ber seg at sum væntað, eigur tað at bera til at skifta eina nevnd út. Men tað er kortini ikki bara svart og hvítt, tí nevndin hevur eisini ábyrgdina av pengunum í grunninum.
? Samstundis verður neyðugt at fáa avtalu við skipini, so at virkini í Suðuroy fáa trygd fyri eini ávísari nøgd av rávøru.
Men Landsstýrismaðurin í innlendismálum leggur aftur eisini hetta má síggjast sum ein heild, tí spurningurin er so eisini, um hetta fer at máa støðið undan øðrum pørtum í landinum.
? Tí er tað neyðugt at síggja alt í eini heild, sigur Jógvan við Keldu.
Fer at taka tíð
Samstundis heldur hann, at tað er neyðgt at broyta kommunuviðurskiftini í oynni verða broytt, so at øll Suðuroyggin dregur somu línu.
? Tað er ikki lætt at loysa trupulleikarnar í Suðuroy. Tað fer at taka tíð at fáa Suðuroy á føtur aftur. Tað skal nýhugsan til og tað skal hart og miðvíst arbeiði til.
? Men tað er eisini ógvuliga umráðandi, at tey tiltøk,sum verða sett í verk, røkka tvørturum næsta løgtingsval.Sostatt mugu tiltøkini hava greiða undirtøku í Løgtinginum, so at vit ikki koma í ta støðu, at næsta samgona setir tað úr gildi aftur, sum hendan samgongan setir í verk. Tað fer at máa álitið undan skipani og fer at gera støðuna hjá suðuroyingum enn verri, eitt nú vissi almenn uttanlandssigling verður sett í verk og verður niðurløgd aftur um nøkur fá ár.