Vit mugu samstarva betur

HEILSUVERK Tað eru nógvir fyrimunir at samskipa tey trý sjúkrahúsini betri, heldur Jan Rasmussen, formaður í felagnum fyri yngri læknar. Men alt er ikki so einfalt, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur upp til

- Tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið tey trý sjúkrahúsini at samstarva betur.
Tað heldur Jan Rasmussen, formaður í felagnum fyri yngri læknar.
Eitt endmál við samanleggingini er, at so kunnu tey smáu sjúkrahúsini eisini verða útbúgvingarstað fyri yngri læknar og kommunulæknar.
Men tað verður av ongum, staðfestir Jan Rasmussen.
Tað er danska heilsustýrið, sum góðkennur útbúgvingarstøð og hann kann ikki hugsa sær, at tey smáu sjúkrahúsini fara at verða góðkend.
- Tá ið læknar verða sendir á smáu sjúkrahúsini, skal tað ikki skarvast burtur av útbúgvingartíðini á Landssjúkrahúsinum, sum er góðkent útbúgvingarstað.
Hann sigur, at tá ið læknar eitt nú fara til Suðuroyar og Klaksvíkar at arbeiða, hava teir vakt 24 tímar um samdøgurið.
- Sostatt arbeiða teir ein heilan mánað upp á eina viku og tað merkir aftur, at so skulu teir avspáka tríggjar vikur og tað kann ikki koma upp á tal á einum sjúkrahúsi, sum er útbúgvingarstað.
- Skulu læknar til Suðuroyar og Klaksvíkar at arbeiða, skal tað vera eitt ískoyti til starvið á landssjúkrahúsinum.
Hann staðfestir, at sostatt er ongin sparing í at leggja sjúkrahúsini saman.
Hinvegin vísir hann á, at umleið annarhvørt starv er í forvaktunum eru mananð við útlendingur, so lønin fer øll av landinum.
- Men verður sjúkrahúsverkið betri samskipað, kundi vaktarskipanirnar eisini verðið betri samskipaðar og tað kundi eggja fleiri føroyskum læknum at átikið sær vaktir.
- Og so komu pengarnir í umfar er á landi ístaðin, men sum støðan er nú, er tað tórført at fáa læknar úr miðstaðarøkinum at átaka sær forvaktir á smáu sjúkrahúsinum.

Nógvir fyrimunir
Hinvegin sær Jan Rasmussen nógvar fyrimunir í at samskipa sjúkrahúsverkið betri.
Hann hugsar ikki um tann fíggjarliga partin, tí tað er ikki hansara borð
Hann hugsar heldur ikki um, antin talan skal vera um eina samanlegging ella um at samskipa sjúkrahúsini betri.
- Tað er ein politisk avgerð, sum hann ikki vil siga nakað um.
Men skal hann siga nakað um tað heilsufakliga burtur av, heldur hann, at undir øllum umstøðum er tað neyðugt við betri samstarvi, antin so ella so.
- Eydnast tað at samskipa sjúkrahúsverkið heldur hann, at vit kundu fingið betri sjúklingatilgongdir.
- Tað kann ganga báðar vegir. Tað kann stytta um bíðilistarnar á Landssjúkrahúsinum við tað, at fleiri sjúklingar verða sendir á smáu sjúkrahúsini. Men tað kann eisini føra við sær, at sjúklingar á smáu sjúkrahúsunum koma skjótari á rætta stað.
- Eitt nú ivist eg ikki í, at høvdu vit eitt betri samstarv, høvdu vit kunna minkað bíðilistan á Landssjúkrahúsinum við at flutt sjúklingar á smáu sjúkrahúsini.
Men hví samstarvið ikki virkar betri, dugir hann ikki at siga.
- Tað kann rætt og slætt vera gamal vani, sigur hann
Hann sigur, at tað hava vit ein einastandandi høvi til, tí vit hava eina talgilta heilsuskipan.
- Ein tann størsti vansin eru útlendsku læknarnir, sum koma higar at arbeiða og sum ikki eru nóg kunnugir við tey tilboð, Landssjúkrahúsið hevur.
- Varð samskipanin betri, hevði tað borið til at givið eina meiri einsháttaða viðgerð.
Jan Rasmussen sigur, at tað tekur eisini nógva orku, at tað er vanligt at kommunulæknar leggja sjúklingar inn á minst tvey, ella ofta øll trý sjúkrahúsini fyri at stytta um bíðitíðirnar.
- Tá sjúklingurin so fær bræv frá einum sjúkrahúsi, er hann longu viðgjørdur á einum øðrum sjúkrahúsi og tað er ikki at gagnnýta kapasitetin til fulnar.
LES EISINI GREININA: 80.000 KRÓNUR Í LØN UM VIKUNA