Vit mugu samskifta betur

Hanus Samró, Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin
----
Skal fyrst og fremst ynskja and­støð­u­flokk­unum til lukku við flotta úrslitinum. Hó­ast velj­ar­ak­anningar ikki eru end­a­ligar, men geva eina á­bend­i­ng um, hvat fjøldin held­ur um førda politikkin, mugu vit viðganga, at vit hava ikki samskift nóg væl. Tað er eingin loyna, at and­støðan er ósamd við førda pol­i­tikk­i­num, men hon kann ikki vera ósamd í góðu úrs­litunum, tí tey tala fyri seg.
Arbeiðsloysið er lækkað úr 6,6% niður í 4,4%. Bil­handl­arnir klára seg væl. Møbla­sølan gongur væl. Sam­gongan hevur ikki bara sam­tykt, men er farin undir at byggja Marknagilsdepilin. Sam­tykt at útbyggja skúl­ar­arnar í Klaksvík og á Kambs­dali. Samtykt at byggja 16 íbúðir til sálarsjúk í Tórs­havn. Vit hava lækkað skattin munandi, men vit ætla at lækka skattin upp­aftur meir.
Eg kundi hildið fram við góðu avrikunum, men vit mugu ásanna, at vit hava ikki samskift nóg væl. Tað hevði verið lætt at farið eftir andstøðuni og fjøl­miðl­unum, men tað er ein ov løtt undanførsla. Veljara­kann­ingin gevur okkum eina løtu­mynd, sum vit verða noydd at taka til eftirtektar. Vón­andi kunnu vit taka veljara­kanningina til okkum, so vit í framtíðini samskifta betur við veljaran.
Tað hevur hann upp­i­bor­ið.