Tað er onki at ivast í, at samstarvið ímillum Landsverkfrøðingin og P/F Vágatunnilin hevur fingið eitt hart skot fyri bógvin eftir tí, sum er farið fram seinastu dagarnar.
Landsverkfrøðingurin og P/F Vágatunnilin hava skriva undir eina avtalu um samstarv í sambandi við vegirnar tilVágatunnilin. Eftir hesi avtaluni skuldi Landsverkfrøðingurin standa fyri at bjóða vegirnar út og tá ið tilboðini vóru komin inn, skuldi hann eisini gera eitt tilmæli um, hvør skuldi fáa arbeiðið.
Men síðani eru Landsverkfrøðingurin og P/F Vágatunnilin farin heilt skeivt av hvørjum øðrum.
Landsverkfrøðingurin mælti til at Byggitek skuldi fáa arbeiðið, tí teir høvdu tað lægsta tilboðið. Og hann hevur somuleiðis funnist at framferðini hjá Vágatunlinum.
Hinvegin hevur P/F Vágatunnilin gjørt av at ganga ímóti tilmælinum hjá Landsverkfrøðinginum.
Og samstundis hevur nevndarformaðurin í P/F Vágatunlinum, Klæmint Weihe, funnist at Landsverkfrøðinginum fyri at hava brotið tagnarskylduna. Men hvat verri er: Hann hevur eisini funnist at, at ráðgevingin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum máli, hevur ikki verið nøktandi.
Hann sipar m.a. til, at eftir avtaluni skuldi Landsverkfrøðingurin seta seg væl og virðiliga inn í tilboðini.
Men hetta heldur Klæmint Weihe ikki at hann hevur gjørt, áðrenn hann gav P/F Vágatunlinum sítt tilmæli. Tvørturímóti mátti leiðslan í P/F Vágatunlinum sjálv útvega sær ymsar upplýsingar, sum ráðgevarin átti at havt útvegað.
Og tað vóru hesir upplýsingar, sum gjørdi at P/F Vágatunnilin kom til ta niðurstøðu, at uppskotið hjá J&K Petersen var best, hóast tað ikki var tað lægsta.
Leiðslan í P/F Vágatunlinum sigur, at hon er komin til hesa niðurstøðuna, eftir at ymisk viðurskifti eru kannað, eitt nú fíggjarlig styrki hjá feløgunum, tekniskur førleiki. Og eitt, sum talaði nógv ímóti Byggitek var, at Pihl & Søn skuldi verða undirarbeiðstakari og tað stríðir ímóti endamálinum at føroyingar skuldu gera so stóran part av arbeiðnum, sum gjørligt.
Trýst elvir til móttrýst
Vit hava spurt nevndarformannin í P/F Vágatunlinum, um tað fær nakrar avleiðingar fyri avtaluna við Landsverkfrøðingin, at partarnir beinanvegin blivu so ósamdir. Men eftir, hvat skilst á honum, er støðan eitt sindur flótandi í løtuni. ? Trýst elvir til móttrýst, hevur onkur navnframur sagt.
Men Klæmint Weihe heldur, at tað er neyðugt, at partarnir setast niður at tosa um viðurskiftini.
Men hann heldur ikki, at samskiftið ímillum Landsverkfrøðingin og P/F Vágatunnilin skal fara fram í fjølmiðlunum.
? Nú eg eisini havi sagt mína hugsan alment í hesum máli, er tíðin komin til at partarnir setast saman at tosa um hetta, heldur enn at nýta fjølmiðlarnar at bera boð okkara millum, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið tey fólk, sum hava við málið at gera, eru aftur í Føroyum, verður tosað nærri um hvat kann gerast, fyri at finna stevið aftur. Hann sipar m.a. til, at stjórin í P/F Vágatunlinum, Dávid Reinert Hansen er burtur hesa vikuna.
Landsverkfrøðingurin er uttanlands og verður ikki aftur, fyrrenn mitt í næstu viku.;vdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.
Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.