ES framleiðarar hava so at siga fría atgongd, men tollur verður lagdur á flest allar føroyskar vørur, sum verða fluttar inn á ES marknaðin. Tí mugu føroyskir politikarar seta nýggja krøv mótvegis ES.
Tað sigur fólkatingsmaðurin Edmund Joensen í tíðargrein í Sosialinum í dag.
– Tá tað snýr seg um innflutning til Føroyar, livir føroyska vinnan við, at ES hevur stórt sæð frían marknað. Tað er eftirhondini bert heilt fáar vørur frá ES, ið verða tollaðar við føroyska markið. Til dømis mjólk og partvíst seyðakjøt – vørur, sum vit sjálvi framleiða í Føroyum og tí verja. Stutt sagt: ES hevur ein lista við heilt fáum vørum, ið verða tollaðar á veg inn til Føroyar, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at støðan er ein heilt onnur, tá ið talan er um Føroyar útflyta til ES.
– Tá ið Føroyar útflyta til ES eru bert heilt fá føroysk vørusløg, ið ikki verða tollað. Til dømis verða nærmast allar viðgjørdar fiskavørur ásettar toll, og vit kunnu ikki stroya eitt vet av pipari á eitt fiskaflak, uttan so at tollfellan klamsar, sigur Edmund Joensen.
Fólkatingsmaðurin vísir, at føroyingar mugu sjálvir krevja betri treytir, um nakað skal broytast.
– Fyrr enn hesar treytirnar eru broyttar, ber illa til hjá vinnuni at kappast og at nýmenna seg á marknaðinum og harvið vinna Føroyum størri útflutningsvirði. Men sum í flest øllum øðrum lívsins viðurskiftum, er eisini her galdandi, at eingin fær nakað, uttan at ein biður um tað sjálvur. Vit kunnu vera púra sannførd um, at ES ikki kemur av sær sjálvum og bjóðar okkum eina nýggja og betri handilsavtalu. ES hevur tað akkurát, sum tey vilja hava tað – púra fría atgongd til føroyska marknaðin, skrivar Edmund Joensen í tíðargrein.
Tíðargreinin kann lesast í fullari longd í Vikuskiftis-Sosialinum.