Løgtingið hevur kjakast um tær almennu íløgurnar, sum skulu gerast næstu árini, og serliga hava tinglimir spurt, hvussu roknistykkið skal ganga upp, nú landið brádliga hevur sett eitt nýtt havrannsóknarskip fyri 215 milliónir á listan yvir tær íløgur, sum skulu gerast tey næstu fáu árini.
Fleiri tinglimir eru sannførdir um, at hetta kann ikki annað enn merkja, at onkrar av ætlaðu íløgunum mugu útsetast, antin Hvalbiartunnilin, tunlarnir Norður um Fjall, útbyggingin á Landssjúkrahúsinum, ella okkurt annað.
Les eisini: Jørgen Niclasen fekk einki ítøkiligt svar
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ásannar, at tað verður ein avbjóðing at fáa alt at ganga upp, men hon sigur, at tað er ein orsøk til, at íløgan til havrannsóknarskipið er drýggjað yvir fýra ár, og at tað ikki er fyrrenn í 2018 og í 2019, at tær stóru upphæddirnar, skulu setast av til tað.
Men hon sigur, at fyrst í næsta ári er ætlanin at leggja eina langtíðarætlan fram, fyri, hvørjar íløgur skulu gerast hesi næstu árini.
Í tí sambandi verður hugt eftir, hvørjar íløgur eru settar í verk, og, hvørjar íløgur avgjørt skulu setast í verk hesi næstu árini
Hon sigur eisini, at hon fer at gera eina roynd at fáa andstøðuna við í eina semju um eina íløguætlan, fyri at sleppa undan at leggja eina nýggja ætlan, hvørja ferð ein nýggj samgonga tekur við.
Annars ivast hon heldur ikki í, at ætlanin at byggja Landssjúkrahúsið út við psykiatriskum depli, verður næsta, stóra íløgan hjá landinum og ætlanin er at fara undir tað arbeiðið í 2017.
Annars er tað eisini hennara áskoðan, at almennar íløgur skulu brúkast til stýra gongdini í samfelagnum, soleiðis, at tá ið tíðirnar eru vánaligar, verður meiri arbeiðið verður settt ígongd, fyri at stimbra búskapin, og í góðum tíðum, verður slakað av, fyri ikki at avlagað búskapin.
- Tað er eitt mál, vit ætla at leggja dent á. Trupulleikin er bara tann, at landið stendur fyri minna partinum av íløgunum, tí tað eru kommunurnar, sum gera nógv tær flestu íløgurnar, og harafturat eru tað tær privatu íløgurnar.
Tí fer hon at royna at fáa eina semju við kommunurnar um, hvussu stórar íløgurnar skulu vera í einum ári, og, hvussu tær skulu býtast ímillum landið og kommunurnar.