Gert Hansen hjá KÍF var ikki heilt nøgdur við javnleikin móti Kyndli leygardagin.
- Nei, hatta var bestemt ikki gott nokk. Vit føra við 8 málum seint í fyrra hálvleiki, og tá mugu vit ikki lova teimum innaftur í dystin. Tað sleppa teir tó, og vit fáa tað trupult í seinna hálvleiki, har teir m.a. leggja seg á odda. Móti endanum hava vit tó aftur eina trygga leiðslu, sum vit blaka vekk, so hetta mugu vit gera betri til næsta dyst. Tó skal leggjast afturat, at vit enn tá kundu tapt dystin, so vit skulu kanska gleðast um eina stigið.