Nú er ikki at slaka fyri einum trýsti, sum er ótíðarhóskandi.
Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.
Koyringin við Bygdaleiðir er boðin út og í hesum sambandi er tað eitt krav, at bussarnir skulu hava lyftu til fólk við rørslutarni.
Tað eru ikki øll samd, men Tóra við Keldu heldur, at nú er at halda fast um tað kravið.
– Endiliga traðkar landsins myndugleiki í karakter í málinum um, at Bygdaleiðir skulu vera fyri øll, sigur hon.
Hon sigur, at havast skal í huga, at samfelagið, og ferðavinnan, broytast og hetta setur alsamt størri krøv til busskoyringina og til Strandferðsluna um at veita eina munagóða tænastu fyri øll.
Hon vísir á, at í mai bað ST-nevndin Føroya Landsstýri greiða frá, hvørjar ætlanir eru lagdar fyri at tryggja øllum atkomu til teir ymsu ferðamøguleikarnar.
Føroyar eru eitt framkomið ferðavinnuland, og soleiðis selja vit okkum. Visit Faroe Islands bjóðar ferðafólki vælkomnum til Føroya og siga, at almennur ferðaflutningur kring oyggjarnar er væl skipaður og bíligur.
– Keypa ferðafólk ferðakort, kunnu tey brúkast í øllum bussum og skipum. Hetta eru góðar upplýsingar og góð ráðgeving, men tað kemur ikki teimum til góða, ið ikki sleppa umborð á skipini, ella upp í bussarnar
– Okkum dámar at siga, at Føroyar eru undiscovered, unveiled, untold og unfiltered, men vit gloyma samstundis at siga, at Føroyar eru unaccessible - altso ikki atkomuligar, sigur forkvinnan í MEGD.
Hon vísir á, at fyri einum mánað síðani segði fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, at tað er heilt burtur við at krevja, at Bygdaleiðir skulu hava lyftu fyri at gera teir atkomuligar hjá fólki við rørslutarni.
– Kanska hugsar hann ikki um, hvussu ótíðarhóskandi hetta er. Hetta er heldur ikki serliga víðskygd, tá ið hugsað verður um, at Føroyar vilja luka krøvini í altjóða sáttmálum, og at vit skulu fylgja heimsmálunum hjá ST, sigur Tóra við Keldu.
– Hví smokkar so hugburðurin knappliga, tá ið talan er um atkomu fyri øll, spyr hon.
– Sjálvsagt skulu Bygdaleiðir vera fyri øll. Tí heldur hon at fráfarni landsstýrismaðurin skuldi heldur víst á eina loysn, har landsins myndugleikar vóru við at fíggja lyftirnar til bussarnar, tí samanumtikið er ikki talan um stórar upphæddir.
Nøkur føra fram, at tey, ið sita í koyristóli, koyra ikki við Bygdaleiðum, og at tað tí er óneyðugt at brúka pengar upp á útvega lyftir til bussarnar
– Men tað er ótrúliga torført at nýta eina tænastu, ið ikki er tøk. Tað er heilt einfalt ómøguligt, sigur forkvinnan í MEGD.
Hon heldur, at nú tilboðini eru komin inn, hevur tað týdning at halda fast um hetta
– Vit mugu ikki bakka fyri ótíðarhóskandi trýst og Bygdaleiðir skulu sjálvandi koyra fyri øll, sigur Tóra við Keldu.