Vit mugu hava greiðar spælireglar

Andras Róin, stjóri hjá Føroya Tele, er alt annað enn nøgdur við viðferðina, ið teir hava fingið frá Fjarskiftiseftirlitinum í sambandi við avsláttarskipaninar. Hann kallar tað m.a. eina skeiv regulering

 

Andras Róin, stjóri hjá Føroya Tele, er alt annað enn fegin fyri ta viðferð og tær treytir, sum Føroya Tele í dag skal virka undir.

Hann vísir á, at teir síðani í mai mánað hava roynt at fingið eina avsláttarskipan góðkenda, men hetta hevur framvegis ikki givið annað úrslit enn, at teir ferð eftir ferð fáa boð um at koma við fleiri upplýsingum.

Andras Róin heldur tað vera løgið, at tað ikki kann bera til hjá teimum at fáa eina avsláttarskipan góðkenda, tá tað eftir øllum at døma er einki fyri hjá Kalli.

Hesi somu áskoðan hevur Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sum leggur aftur, at talan er um eitt eindømi.


Skeiv regulera

Ì fjarskiftislógini stendur at lesa, at skipað skal verða soleiðis fyri, at talan kann vera um frælsa kapping. Eftir hvat Sosialurin skilur, so verður serliga tikið hædd fyri hesum, men tulkingin av hesum kann oftani vera eitt fløkt.

Andras Róin sigur seg ikki hava nakað ímóti kapping.

- Eg haldi at kapping er neyðug, og hetta vil eisini gera okkum enn betri, men tað hevur stóran týdning, at kappingin er á jøvnum føti, og sum nú, so er ikki talan um líkastillaðu kapping, sigur Andras Róin.

Andras Róin ásannar samstundis, at Føroya Tele hevur nógvar fyrimunir, ið eitt nú Kall ella aðrir møguligir veitarar ikki hava, men vil eisini broyta seg í framtíðini. Her verður eitt nú hugsað um, at Føroya Tele í løtuni er eisini útbjóðarin av fartelefontænastum, og hetta er í løtuni eisini ein av teirra stóru inntøkum.

- Eg eri ikki nøgdur við støðuna sum hon er. Vit ynskja fyrst og fremst at sleppa at kappast á jøvnum føti við aðrar, og vit sakna veruliga greiðar spælireglar, sigur Andras Róin.

Richard Mortensen vísir á, at við at skifta til Kall, so minkar Bjarni Djurholm um virðið á sínari egnu fyritøku. Richard Mortensen sigur víðari, at við at gera soleiðis, so stiðjar Bjarni Djurholm skeiv reguleringini.


Privatisering?

Føroya Tele verður sum nú rikin sum einhvør onnur privat fyritøkan. Men tað er framvegis almennir pengar, sum mynda 100 % av partapeninginum.

Nú tá landsstýrismaðurin í vinnumálum er komin í eina tílíka støðu, so ber tað eisini til at seta spurningin, um tað ikki hevði verið rættast at privatisera Føroya Tele.

Andras Róin sigur, at hann vildi fegin havt Føroya Tele at verið eina vanliga privata fyritøku, men hetta er ein politiskur spurningur.

- Sum nú verður Føroya Tele rikið sum ein privat fyritøka, og hevði Føroya Tele verið privatiserað, so hevði hetta ikki merkt tað stóra fyri fyritøkuna hvat viðvíkur raksturin, sigur Andras Róin. Hann sigur eisini, at hann ivast í, um privatir íleggjarar høvdu funnið seg í tílíkari viðferð frá Fjarskiftiseftirlitinum.

Hann sigur, at Føroya Tele hevur nakrar uppgávur, ið fyritøkan bæði nú og í framtíðini hevur skyldu til at røkja.

Føroya Tele hevði eitt yvirskot áljóðandi 20,5 míó fyrra hálvár í ár.