Hvat merkir 8 mars - kvinnudagurin fyri teg?
- Tað er bæði hátíðar- og stríðsdagur, sum eg vanliga markeri við at luttaka á einum av tiltøkunum, sum skipað verður fyri. Kvinnudagurin minnir okkum á týdningin av kvinnusakini, sum kvinnur fyrr og nú fylkjast um, og har málið er, at kvinnur skulu hava somu møguleikar sum menn í øllum lívsins viðurskiftum, og frælsi frá fátækt og kúgan.
Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki – í politikki?
- Tað gongur framá við tað, at tað koma alsamt fleiri kvinnur upp í politikk. Men javnstøðu hava vit framvegis ikki, og kvinnurnar sita heldur ikki á teimum tungu postunum – hygg bara eftir kynsbýtinum millum floksformennirnar, í landsstýrinum, í tingnevndum osv.
Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum? - -
- Her er svarið nøkunlunda tað sama, sum fyri 50 árum síðani: At talið av kvinnum, sum eru fyri harðskapi í heiminum, minkar munandi. At stóri inntøkumunurin millum kvinnur og menn verður útjavnaður. At heimið og børnini í størri mun verður ein felags uppgáva. At kvinnur fáa størri ávirkan á samfelagsgongdina.
Hvat vil tú gera, fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar?
- Vit mugu hava fleiri útbúgvingar, sum lokka ungar kvinnur at lesa í Føroyum. Vit mugu hava betri umstøður hjá støkum uppihaldarum, sum oftast eru kvinnur, t.d. bústaðir. Hægri játtan til Kvinnuhúsið og fyribyrging móti harðskapi. Barsilsskipanin skal mennast, so hvørki mamman ella pápin verða fíggjarliga revsað, tá ið eru um børnini fyrsta árið. Vit mugu bøta um pensjónsviðurkiftini hjá kvinnum, og tryggja fólki fulla tíð, um tey ynskja tað. Mugu eisini hava betri umstøður fyri at fáa javnvág millum arbeiði og familjulív, tí har er vanliga kvinnan við skerdan lut, tá kabalan skal ganga upp í heiminum.