Vit mugu gerast berarar orðsins

Samfelagsmøti
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jens Kr. Vang (Myndir)

Vit mugu gerast berarar orðsins, ikki bert lesarar og hoyrarar, segði Poul Færø, trúboðari á næstseinasta samfelagsmøtinum á hesum sinni, sum varð hildið seint seinnapartin sunnudagin í ítróttarhøllini á Hálsi.
Ítróttarhøllin á Hálsi er stúgvandi full, eini 2000 fólk eru savnaði, nú samfelagsstevnan á hesum sinni lækkar móti endanum. Hetta er høgtíðina hjá Brøðrasamkomuni, tann størsta á árinum. Tey eru saman um Guds orð og tey eru saman í samfelag við hvønn annan og í samfelagið við Gud, tí heitið samfelagsmøti.
Fyri ein stóran part av hesi fjøld, ið telir heili fýra prosent av Føroya Fólki er Jesus ein kendsgerningur, ein krystalklárur partur av gerandisdegnum. Fyri ein eitt sindur minni part fella nøvnini Heilagi Andin, Jesus og Gud eins náttúrligt inn í gerandistosið sum alt annað í lívinum. Og fyri ein lítlan part av hesi fjøld er komandi lívið handan ellinarband, tað sum fyllir mest akkurát nú og tað eru tey, sum hava fingið nógvar dagar í lut og nú gleða seg til at trúgvin verður loyst av skoðan.
Handan ellinar bond er trúgv loyst av skoðan. Hvat er hetta fyri ein terminologi, hvat er hetta fyri ein málbúni. Eg hevði ikki sitið leingi á síðubonkinum á møtinum sunnudagin, áðrenn hesi hugtøk byrjaðu at ganga aftur á blokkinum. Málbrúki er ein veruleiki hjá teim flestu, sum eru møtt í fullsettu ítróttarhøllini og eg hoyri ongan undrast.
Aktiviteturin rundan um túgvuna upp á Nabb hevur verið stórur seinastu dagarnar og soleiðis er tað altíð undir samfelagsmøtunum, men brøðurninr duga væl at skipa fyri og sjálvbodnar parkeringsvaktin hava stýrt teimum mongu bilunum uttanfyri, soleiðis at onnur ferðsla er farin ótarnað framvið. Ítróttarhøllin er serdeilis vælegnað til gudstænastu hátt hevjað yvir býnum og tað eru fleiri sum halda, at eitt Gudshús skuldi staðið her heldur enn ein ítróttarhøll, sum kann standa allastaðni.

Við bíbliu undir armi
Fólk ganga aftur og fram inni í høllini undan møtinum. Ein stórur partur við bíbliuni undir armi, við týðingini hjá V. Danielsen. Hon er innbundin í leður við messing snarlási. Summar eru slitnar við nógvum undirstrikingum innan í, blekk á hvørjari síðu í ymiskum litum, aðrar eru spildurnýggjar og rópa eftir at verða brúktar. Summar eru minni og aðrar stórar eins og telefonbøkur. Tað eru tey sjónveiku, sum bera hesar og eisini tey tráa eftir Guds orði.
Trúðboðarar úti í heimi, menn sum hava vígt sítt lív til guds tænastu á fjarskotnum støðum, eru heima og saman við samkomuni heima. Eg kendi ein. Ein tann fyrsti eg møtti, tá eg kom inn í ítróttarhølllina var Hans Sivertsen, sum hevur verið trúboðari í Grønlandi síðan seinast í sekstiárunm. Hann stóð hann, stórur og slankur og reyðívna hárið, sum nú hevur hug at lýsna, lýsti í fólkahavinum. Har var einki at taka feil av, tað var hann, vit heilsaðust. Vit hittust seinast í juni í ár í Grønlandi, og hann dugnaði mær óført, og gjørdi ferðina ógloymandi og gevandi.
Klokkan er fýra, og kórið úr Betesda syngur. Tað er Jógvan við Keldu, sum er dirigentur og hann er í rætta essinum í hesum leiklutinum. Hann stjórnar við yndi, lyftir røddirnar upp, hálar tær niður við hondunum, formar tær við ørmunum, so tær rulla eftir se-scalainum í samljóði. Jógvan´sa strev innan kórtónleikin fer at liva leingi.
Og so er felagssangur og tráanin eftir tí fullkomna handan ellinar band speglast í sanginum, sum vekur V.Danielsen aftur til lív aftur eina løtu, tí hansara hond hevur týtt ella yrkt teir flestsu við syngja í kvøld. Og sangurin fyllir ítróttarhøllina og fer longur upp.

Tryggur í Jesu ørmum.
Fríur frá tungu sorg,
Tærandi stríð og stúran
Náa meg ei í tí borg
Ivi og ræðsla svinna
Grødd verða djúpu sár
Bert nakrar fleiri royndir
Bert nøkur fleiri tár

Gevarar orðsins
Poul Færø, toftamaðurin, sum hevur vígt lívið til Harrans tænastu, var fyrsti talari. Og hjá honum var einki uttanum tos, hann skar tað heila út í papp, tá hann røddi um Mariu, sum setti seg við Jesu føtur og valdi tann góða lutin. Poul Færø hevur samband við seg sjálvan tá hann talar, og hann hevur eisini samband við tey sum lurta. Og segði eg við onkran, at tað kanska slett ikki er Poul sum talar, men Heilagi Andin gjøgnum hann, so var tað ongin, sum hevði undrast inn á hetta av teimum sum vóru her í kvøld. Gud, Jesus og Heilagi Andin eru spegilsklárir veruleikar hjá hesum fólkum.
- Ein trúgv, sum ikki er fest á Jesus er til onkis. Maria valdi ikki bara at sita. Maria valdi Jesus sjálvan, tað er ta stóra í hesi søgu.
Poul Færø tosaði um at bera arvið víðari, at bera boðskapin víðari. Sum yngri ferðaðist hann nógv saman við Kaj Johannesen, uppilagstum skipara úr Hvannasundi, at bera orðið kring landið og samskifti teirra millum hevur havt stóra ávirkan á Poul.
- Okkara lutur er at bera arvin víðari. Kaj plagdi at fortelja mær, at um morgundrekka gjørdist ov drúgvt, so kendi hann á sær at Harrin rópti eftir sær. Kaj, skunda tær, eg bíði eftir tær. Kaj fór síðan inn á skrivstovu sína og samtalaði hart við Harran. Ein morgun tíðliga eg kom inn til Kaj, hoyrdi eg at, ein annar var inni eisini og teir samtalaðu hart við Harran. Eg vildi ikki órógva og smoygdi mær út aftur. Tá Kaj frætti hetta seinni spurdi hann meg, hví eg ikki kom inn, segði Poul Færø.
- Vit mugu verða gevarar orðsins, ikki bara lesarar og hoyrarar. Okkara lutur er at bera arvin víðari.
- Øll kunnu seta seg við føtur Jesus eins og Maria. Hendan løtan, hetta samfelagsmøti má ongantíð gerast ein halgisiður, ikki ein vani, men løtan, tá eg gevi meg yvir og livi saman við Harranum og velji hin góða lutin, segði Poul Færø.
Ein setningur sum minti nógv um tað víðagitnu dagligu umvendingina, sum trúbótarin Luther vísti á.
Og viðvíkjandi at samtala við Harran, so hevði Poul hesa søgu. Seinasta árið Andrew Sloan livdi, so vóru teir báðir og vitjaðu samkomuna í Kollafirði. Teir hildu til hjá Jákup Wensil og Gugguni. Jákup Wensil er farin og Guggan, sum er elligomul í dag var á møtinum. Andrew fór í einrúm at samtala við Harran.
- Har var bara eitt tunt bróst í millum og vit hoyrdu hendan Harrans mann tosa við hann sum hann hevði sett sítt lít til. Andrew var ikki einsamallur har inni, segði Poul Færø.

Himmiríkið á Nabb
Annar talarin var Osvald Kjærbo, ein lágvaksin maður, sum er ein partur av býarmyndini í Havn í ljósum yvirfrakka við bíbliuni undir hond. Tað er nakað milt yvir honum, og tað er ongin ivi í hansara sál, at tað er ein gleðiboðskapur, hann hevur at leggja fram fyri samkomuna.
- Eg kenni tað sum ein forsmakk av himmalinum at vera her í kvøld og hoyra sangin og guds orð. Enn er alt í trúgv, men einaferð verður tað í skoðan við egnum eygum. Uttan trúgv ongin gudsótti, segði Osvald Kjærbo.
- Eg haldi, at tað er so stórt, at Gud skal hava áhuga fyri okkum. Vit sum eru so lítil og liva á eini tí minstu planetinum í hansara stjørnuhavi. At hann hevur áhuga fyri hvat vit hugsa, og hvat vit tosa um, tá vit koma saman. Tað er stórt at hugsa sær, at Gud skal elska okkum.
- Vit hava alla grund til at vera glað. Frelsaraboðskapurin er stórur í okkara pínufulla heimi, segði Osvald Kjærbo.
- Hvat sigur bíblian okkum um Gudsótta. Gudsótti er at hata hitt illa. Gud hatar synd, men elskar syndarar. Ótti Harrans er kelda lívsins. Gudsótti er at elska tað sum Gud elskar, og hata tað sum Gud hatar. Og náðin gongur undan gudsóttanum. Bert tann sum livir Harranum nær kennir gudsótta.
- Náði og gudsótti eru knýtt óloysiligt saman. Og náðin er kraftin, segði Osvald Kjærbo.
Tað var ongin ivi hjá Osvald Kjærbo, at vit eru í góðum hondum og at útlitini eru góð. Tað legði hann fram í bønini og takkaði fyri, at tað vit í dag trúgva einaferð fer at vera veruleiki frammanfyri eygum okkara.