- Vit mugu gera tingini sjálvi

- Mær dámar væl at arbeiða við verkætlanum, sum eru frameftir rættaðar, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm.

Vágs kommuna hevur seinnu árini arbeitt við nógvum ymiskum og spennandi verkætlanum, størri og smærri. Dennis Holm, borgarstjóri, ásannar, at honum dámar væl at arbeiða við verkætlanum, sum røkka inn í framtíðina.

 

- Undanfarin ár hava vit havt nógv ymiskt á skránni, og soleiðis er eisini í ár. Hugsandi er eisini, at onkar verkætlanir, sum ikki vóru 100 prosent á borðinum, tá vit løgdu fíggjarætlanina fyri árið í ár, koma á kjøl í ár.

 

Borgarstjórin sigur, at honum dámar væl at kasta bóltar upp, har sumt verður framt og annað kanska bíðar og búnast.

 

- Veruleikin hjá okkum er so einfaldur. Eingin kemur og ger nakað fyri okkum. Tað eru vit sjálvi, sum mugu skapa menning og trivnað.

 

Dennis Holm vísir á, at ítróttarfeløg og frítíðarfeløg eru fantastisk og gera eitt ógvuliga stórt arbeiði fyri trivnaðin í kommununi, og hann heldur tað vera so ógvuliga umráðandi, at børn, ung og øll onnur hava nakað at fara til - eisini í frítíðini.

 

Borgarstjórin fegnast eisini um virksemi, sum eru á Bakkanum og í Stóra Pakkhúsi í Vági.

 

- Alt, sum hálar í rætta endan, ítróttarliga, mentanarliga og sosialt, ger mun, og tað ger eisini mun, at vit á tekniska økinum hava tikið tøk fyri at fríðka um býin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.