- Vit mugu ganga nýggjar leiðir

- Hóast tað er avbjóðandi, so er tað neyðugt, tí grundarlagið og veruleikin, sum vit einaferð bygdu okkara lokalsamfelag á, er broyttur, sigur Dennis Holm.

- Seinastu fýra árini hevur Vágs kommuna miðvíst arbeitt við at skapa so góðar trivnaðarumstøður sum tilber fyri allar aldursbólkar. Hetta er eitt arbeiðið, sum er framhaldandi, og í veruleikanum kemur tú ongantíð á mál í at skapa betri trivnað. Tað er altíð okkurt, sum kann gerast betur, og haraftrat broytist tørvurin hjá teimum ymisku bólkunum í nærumhvørvinum, sum tíðin gongur.

 

Tað sigur Dennis Holm, borgarstóri í Vágs kommunu. Hann vísir á, at kommunan hevur lagt seg eftir at hava góð tilboð til allar aldursbólkar.

 

- Vit hava nýggjan barnagarð og hava eisini fyri fáum árum síðan stovnað ungdómshús. Saman við fólkaskúlanum royna vit at tryggja, at okkara børn og ungu fáa so góð skúlaár sum tilber. Við Ítróttaháskúlanum og Fjarlestrardeplinum eru eisini nýggj skúlatilboð til tey, sum eru liðug við fólkaskúlan.

 

Borgarstjórin vísir á, at á frítíðar-og ítróttarøkinum eru eldsálir, sum gera eitt fantastiskt arbeiðið og uttan hesar eldsálir og tey tilboð, sum tey skapa, var Vágs kommuna fátækari. Kommunan er eisini greið yvir, at tað forpliktar, tá fólk gera eitt so stórt arbeiðið. Tí er kommunan sjálvsagt eisini ein sera virkin viðspælari, bæði í at skapa góðar karmar og at stuðla fíggjarliga.

 

Vágs kommuna hevur eisini lagt seg eftir at skapa góð tilboð til eldra ættarliðið, og tað eru tey eldru eisini glað fyri. Ætlanin hjá kommununi er at koma við fleiri tilboðum á hesum økinum komandi tíðina.

 

Gongdin í Vági seinastu árini hevur verið spakuliga rætta vegin. Fólkatalið er støðugt vaksið seinastu árini, og í dag búgva 1.365 fólk í Vági. Soleiðis eru eini 70 fólk fleiri í Vági í dag enn fyri 3-4 árum síðan.

 

- Vit eru tó varug við, at tað eru nógvar avbjóðingar, serliga viðvíkjandi vantandi virksemi á og við bryggjuna í Vági. Hóast kommunan roynir at vera ein virkin viðspælari hjá vinnulívinum, so kann kommunan ikki beinleiðis verða partur av vinnuvirksemi.

 

Dennis Holm sigur, at Vágs kommuna hevur styrkt munandi um íverksetaraskipaninar, soleiðis at fólk, sum fara undir nýggjar fyritøkur og nýtt virksemi, fáa bæði ígongdsetarastuðul, atgongd til ókeypis skrivstovu og eisini leiðbeining frá fakfólki.

 

- Tað er okkara vón, at hetta eisini skundar undir økt vinnuligt virksemi á staðnum, sigur borgarstjórin.

 

Arbeitt verður eisini støðugt við at menna Vág og Vágs kommunu í ferðavinnuhøpi, og eingin ivi er um, at sera stórir møguleikar eru í ferða- og upplivingarvinnuni. Í Vági royna tey eisini at ganga nýggjar leiðir við eini røð av nýggjum tilboðum, eitt nú Fjarlestrardepli, Ítróttaháskúla og Páls Høll - fyri at nevna nøkur.

 

- Vit eru greið yvir, at vit onkursvegna mugu skilja okkum burturúr, tí vit hava ikki somu møguleikar, sum eitt nú kommunur í miðstaðarøkjunum. Hóast tað er avbjóðandi at ganga nýggjar leiðir, so er tað neyðugt, tí grundarlagið og veruleikin, sum vit einaferð bygdu okkara lokalsamfelag á, er broyttur. Hesa avbjóðing mugu vit taka í størsta álvara og spakuliga ganga nýggjar leiðir, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.