Vit mugu finna eina loysn fyri, hvussu vit lækka prísin – og vit mugu hava eina loysn í ár. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimir í Havn, sum er nýggjur nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.
Tey, sum eru knýtt í fjarhitaskipanina hjá Sev og Tórshavnar Kommunu, eru rættiliga ónøgd við prísirnar, tí tey halda, at hann er ov høgur. Endamálið við fjarhitanum er, at hann skal ikki kosta meiri enn oljan kostar, men tey, sum hava fjarhita, siga, at tað heldur ikki.
LES MEIRI HER: Eru rættiliga misnøgd um stóra príshækking
LES EISINI HER: Prísirnir eru kanska hækkaðir ov lítið
Tróndur Sigurðsson sigur, at hetta er ein spurningur, sum tey taka í álvara og beint eftir páskir fer hann at taka málið upp. Í hesum sambandi fer hann at kalla nevndina saman at umrøða málið. Hann fer eisini at kalla felagsskapin, Skynsamur Fjarhiti, til fundar at hoyra, hvussu tey meta støðuna. Samstundis eiga tey at fáa eitt nøktandi svar upp á teir spurningar, tey hava.
Og sum heild vil nýggi nevndarformaðurin hava málið lýst út í æsir, har øll viðurskifti verða tikin við. Hann heldur, at hetta er neyðugt fyri at partanir kunnu semjast.
Men sum heild sigur hann, at tey noyðast at finna loysnir fyri at lækka prísin. Í hesum sambandi vísir hann á, at landskassin stuðlar grønum orkuskipanum við at sleppa teimum undan bæði mvg og øðrum avgjøldum. Men samstundis er avgjald lagt á oljuna, so heldur enn at javntseta Fjarhitafelagið við aðrar, grønar orkuskipanir, fáa tey, sum eru knýtt í fjarhitan, eina eykarokning.
– Fjarhitafelagið er enn í teirri støðu, at vit brúka partvís olju, men sum frálíður er endamálið, at talan skal vera um eina grøna orkuskipan burtur av og tí eiga vit at fáa sama stuðul frá landinum, sum aðrar grønar orkukeldur, sigur hann.
Men hetta er ein spurningur, sum vit far at taka upp við landsmyndugleikarnar, leggur hann afturat.
Hetta árið hjá Fjarhitafelagnum verður merkt av arbeiðnum at leggja rør ímillum Tróndargøtu og Kinabrekkuni og tað verður væntandi liðugt um árskiftið.
– Tað verður ein kabal at fáa at ganga upp men tá tað er bundið saman, sleppa vit vantandi av við oljuna á Skúlanum á Fløtum, Musiksskúlanum, Glasir og SEV umframt at fleiri aðrir bygningar á leiðini eisini verða bundir í fjarhitan, sigur hann.