Vit mugu fáa meiri í løn

Støðan er sera álvarslig og vit mugu forða fyri, at fleiri rýma av landinum

 

Føroyskir handverkarar mugu fáa meiri í løn!

Tað staðfestir Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.

 

Hann sigur í tíðindaskrivi í morgun, at orsøkin til, at handverkarar mugu fáa meiri í løn, er at forða fyri, at enn fleiri handverkarar rýma av landinum og fyri at gera lønirnar í Føroyum kappingførar.

 

Tí hevur Handverkarafelagið eisini sagt allar sáttmálar upp, teir ganga út 1. oktober.

Talan er um tríggjar sáttmálar – fastlønarsáttmálan, sáttmálan fyri tímaløntar handverkarar og sáttmálan hjá flogmekanikarunum.

 

Handverkarafelagið hevur akkurát havt aðalfund og har var niðurstøðan, at Føroya Handverkarafelag sjálvt skal ganga á odda og leggja karmarnar fyri samráðingunum um nýggjar sáttmálar.
Hann sigur sostatt, at nevndin hevur fingið heimild frá aðalfundinum at møta til samráðingar við sínum egna lønarkarmi.

 

Og heimildin frá aðalfundinum er púra greið:

- Lønirnar mugu og skulu upp á eitt støði, soleiðis at møguleiki verður fyri, at kanska onkur setist aftur, sum annars hevði ætlað sær at rýmt uttanlands til betri løn og sømdir, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.

Her verður serliga hugsað um tær norsku lønirnar.

- Vit vita væl, at tað verður sera torført at koma heilt har upp, og skattligu fyrimunirnar, sum okkara handverkarar fáa boðið í Noregi, fáa vit onki gjørt við.

- Men vit mugu byrja onkustaðni og lyfta okkara lønir so frægt, at ikki uppaftur fleiri handverkarar rýma av landinum eftir betri lønum og sømdum, sigur hann.

Hann heldur, at støðan er sera álvarsliga.
- Tað er longu nærum ógjørligt at fáa føroyskar handverkarar til verkætlanir í Føroyum, tí so nógvir eru rýmdir. Okkara handverkaraútbúgvingar eru gull verdar, tað sæst eisini á stóra eftirspurninginum eftir føroyskum handverkarum uttanlands. Men vit mugu gera alt fyri, at tað skal kunna bera til hjá teimum at velja at arbeiða í Føroyum heldur enn uttanlands, sigur formaðurin í Handverkarafelagnum.