- Vit mugu fáa gongd aftur á kjakið um at gera fótbóltshallir í Føroyum. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi.
Hann hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at byggja tvær fótbóltshallir í Føroyum. Hann vísir á, hvussu stórur tørvurin er, og, hvussu stórt bakkast tað er fyri tey, sum sparka, at líkindini at eru so vánalig um veturin.
Hann er greiður yvir, at tað fer at vera eitt kjak um, hvar slíkar hallir skulu vera og tí heldur hann, at kjakið um tann spurningin eigur at verða tikin upp aftur nú.
Men hann heldur, at talan má vera um eina útreiðslu, sum allir partar, sum eru áhugðaðir í eini høll, eru við til at rinda.
Sjálvur heldur hann, at vit skulu hava dygdarhallir við granskingarhølum og gistingarhúsi.
Hann sigur, at áðrenn hann legði uppskotið fyri løgtingið, royndi hann at fá allar flokkar at leggja uppskotið fram í felag, men vanligi tvídrátturin ímillum samgongu og andstøðu forðaði fyri tí.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgtingsmannin greiða frá |