Vit mugu fáa gongd í málskjótingina

VB venjarin heldur, at gongdin og úrslitini vísa, at teir hava tak á verjuspælinum, og at tað er málskjótingini, at tað er heilt galið við

VB

Tað er eyðsýnt á støðutalvuni, hvør stóri trupulleikin hjá okkum er. Í teimum fýra ferðunum, sum vit hava roynt okkum í landskappingini, hevur stóri trupulleikin verið at skjóta mál.
Hetta er staðfestingin hjá VB venjaranum, John Christensen, tá ið hann ger viðmerkingar til avrikið og úrslitið á heimavølli ímóti GÍ.
-Vit kundu havt vunnið allar fýra ferðirnar, og vit kundu eisini havt tapt allar fýra ferðirnar. Marginalirnir verða so smáir, tá ið tað gongur soleiðis. Tá ið tú ikki fært mál sjálvur, so rakar tað meint, tá ið mótstøðuliðið skorar eina ferð, og tað mugu vit rokna við, at teir fara at gera viðhvørt, sjálvt um verjuskipanin riggar heilt væl hjá okkum, heldur John Christensen.
VB hevur fingið trý mál ímóti sær. ÍF og GÍ hava skorað í Vági, og KÍ fekk mál í Klaksvík, tá ið teir gjørdu nyttu burturúr óneyðugum brotssparki.
Hvat ætla tit at gera við henda trupulleikan?
- Vit fara at venja so miðvíst, sum vit hava gjørt higartil. VB hevur teir útlendingarnar, sum hava loyvi at spæla við, og tað er ivasamt, um tað finnast góðir málskjúttar, sum ikki longu spæla. Eg havi álit á teimum, sum eru á liðnum, og eg veit, at teir gera teirra besta. Í felagi vóna vit, at tað næstu ferð verður nóg mikið.