Vit mugu broyta valdsbýtið

- og fáa greiði á, hvør hevur avgerðarrætt og ábyrgd í framtíðini. Tað ber ikki til at liva við teimum dupultstøðum, sum Føroyar eru í og sum koma so greitt fram í frágreiðingini um Føroyar undir kalda krígnum sigur løgmaður

Jan Müller


Bókin um Føroyar undir Kalda krígnum kom út um sama mundið, sum løgmaður fór til New York. Nú hann er heimafturkomin hevur hann havt høvið til at lesa bókina. Vit spurdu, um hetta er skelkandi lesnaður?

-Tað veit ikki. Men tað setir í hvussu er nøkur ting viðurskifti í ein annan samanhang. Kanska onkur hevur havt varhugan av, at so hevur verið, men tað gevur so einum nakað at hugsa um, nevniliga at einki til tilvildarligt heldur ikki í føroyskum politikki.

-Fer løgmaður at brúka ?Svørtubók? í samráðingunum við danir í vetur?

-Tað veit eg ikki. Tað er klárt, at tað í samráðingunum eru nøkur viðurskifti, sum koma fram. Eg skal ikki siga, at tað er av teirri orsøk, at vit hava gjørt hesa frágreiðingina.

Løgmaður sigur, at innihaldið í frágreiðingini um Føroyar undir Kalda krígnum vísir okkum, at tað hendir nógv, sum ger, landsstýrið kann koma í eina tvístøðu og har valdsbýtið millum danskar og føroyskar myndugleikar er so ógreitt, at tað er ikki til at liva við.

-Vit eru sambart bókini ein týðandi brikkur í tí kalda krígnum millum stórveldini. Er ikki møguleiki fyri, at Føroyar framvegis í dag - uttan at vit eru varug við tað - eru ein týðandi partur av tí ?kalda kríggi?, sum framvegis er millum stórveldini?

-Soleiðis sum skipanin er í dag, so hava vit ikki avgerðarrættin á tí økinum. Tað eru aðrir, sum hava bæði avgerðarrættin og ábyrgdina. Tí kemur tú í hesa tvístøðuna, og sum tað eisini kemur fram í bókini.

-Hvørjar verða so avleiðingarnar av tí?

-Nettupp ein av teimum, sum vit ætla við broytinginum í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er at fáa slíkar dupultstøður burtur og at taka tað upp í einum tjaki, soleiðis at hetta ikki endurtekur seg í framtíðini.

-Verða vit ein sjálvstøðugur statur, fer Fólkaflokkurin tá at fáa okkum limaskap í Nato?

-Fólkaflokkurin hevur einki ímóti limaskapi í Nato, tí tá eru tað vit, sum eru limir sum ein partur av hesum verjufelagsskapi. Í dag eru vit ikki limir í Nato, men kortini eru vit ein partur av tí. Vit eru við og hava forpliktilsi uttan at vita tað.