Hondbóltur
Tað var ov nógv, at heili 21 mál vóru á muni. Tað var greiða sjónarmiðið hjá føroyska landsliðsvenjaranum, Dia Midjord.
- Tað var for nógv, men vit fáa ikki mál hjá hasum málverjunum. Kanska vórðu vit tiknir eitt sindur á bóli av teimum, tí seinast taptu vit jú bara við fimm málum, og vónin var jú, at vit skuldu standa okkum eins væl hesaferð. Men okkara skjúttar vóru kanska ov spentir, ella kanska blivu teir bara bangnir, tá málverjarnir rættiliga skjótt fingu fatur á okkara skotum, sigur Dia Midjord.
Nógv sterkari
Men føroyski landsliðsvenjarin leggur tó eisini afturat, at serbiska liðið, sum var í høllini á Hálsi í gjár, var munandi sterkari enn tað, sum var í Føroyum í vár.
- Hetta vóru veruliga allir topparnir hjá teimum, og tað merktu vit so sanniliga eisini. Vanliga situr tú sum venjari og roynir at finna nøkur veik punkt, har vit kunnu gera okkum dælt, men eg dugdi ikki finna nakað slíkt á teirra liði, sigur Dia Midjord.
Og móti slíkum monnum verður tað væl eisini revsað so dyggiliga, um okkara fremja mistøk?
- So heilt avgjørt. Brenna vit ein møguleika ella fremja vit eitt mistak, so storma teir avstað við øllum seks monnum, so tað verður revsað ógvuliga hart. Hinvegin kundi úrslitið eisini verið munandi betri fyri okkara viðkomandi, um vit tóku av okkara møguleikum. Tekur tú teir opnu møguleikarnar, sum vit brenna, so eru vit kanska væl og virðiliga miðskeiðis í 20’unum. Og tað hevði av sær sjálvum tikið nøkur kontra-álop frá teimum. Hendi tað, so stóð kanska eini 28-35 á talvuni, og tað hevði avgjørt verið eitt úrslit, sum høvdu verið nøgdir um, sigur Dia Midjord.
Mentalt arbeiði
Føroyska landsliðið fer nú til Sarajevo, har dystur móti Bosnia er á skránni longu leygardagin. Og fyrst og fremst er setningurin hjá Dia Midjord at lyfta menninar eftir lúsingin, sum teir fingu í gjár.
- Har eru sjálvandi ymsir lutir, sum kunnu rættast. Men fyrst og fremst verður arbeiðið nú á mentala økinum. Tað virkar, sum eru vit nakað tungir í dag, og so fáa ein slíkan klams frá teimum. So nú ræður um at koma upp aftur úr dalinum, sum vit eru í. Og tað ivist eg onga løtu í, at menninir eru menn fyri, sigur Dia Midjord.