Vit missa ímillum 10 og 26 milliónir um árið

Enn einaferð vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á , at tað tey halda, at tað er skeivt at vit sleppa at keypa so nógv mvg frítt á internetinum

Eingin sleppur at keypa so nógv mvg frítt á internetinum, sum føroyingar. Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag enn einaferð.

Enn einaferð varpa tey ljós á, at føroyingar keypa rættiliga nógv á internetinum, og enn einaferð vísa tey á, at eingin hevur so lagaligar treytir, sum føroyingar hava á hesum øki, tí vit kunnu keypa fyri 300 krónur á internetinum, uttan at rinda mvg av tí.

Mett verður, at tað koma einir 8.000 pakkar til Føroya um vikuna við vørum, sum kosta minni enn 300 krónur.

– Nógv teir flestu pakkarnir koma úr Kina. Vit vita ikki, hvat miðalvirðið á pakkunum er, men er miðalvirðið ímillum 100 og 250 krónur, missur landskassin ímillum 10 og 26 milliónirk krónur um árið í mvg.

Og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur framvegis, at hetta er ein kappingaravlagandi stuðul úr landskassanum til útlendska handilsvinnu.

Tey vísa eisini á, at í øðrum londum fer eitt umfatandi svik fram, tá ið fólk keypa á internetinum og mett verður, at londini í ES missa einar 38 milliardir um árið í avgjaldið.
Tað verður eisini víst á, at í Danmark vísa stakroyndir, at tríggir av fýra pakkum, sum danir keyptu á internetinum, høvdu ikki rætta vørulýsing.

Danir kunnu bara keypa fyri 80 krónur, uttan at rinda avgjald og í Svøríki skal avgjald rindast av øllum, sum verður keypt á internetinum, og harafturat skulu sviar, sum keypa á internetinum, rinda 75 svenskar krónur í ómaksgjaldi.