Vit missa kærkomin arbeiðspláss

Árni Dam á Faroe Agency, ið umboðar russisku skipini, ið liggja kring Føroyar, sigur, at tað kostar føroyingum nógv kærkomin arbeiðspláss, at vit í Føroyum er so "hysterisk", sum hann málber seg.

Føroyski umboðsmaðurin hjá teimum russisku skipunum sigur, at russar geva eitt fitt íkast til føroyska búskapin, og um vit ikki vóru so "hysterisk", hevði russiska íkastið verið væl størri.

Hvat hava vit Heilsufrøðiligu Starvsstovuna til?
Sambært Árna Dam er tað ein afturvendandi trupulleiki, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur alt ov strang krøv. Russisku skipini fáa ikki uppskipað fiskin hjá sær í Føroyum, tí hann verður vrakaður av starvsstovuni. Hesi skip velja tí at sigla allan vegin til Hollands at landa fiskin, og har vísir tað seg ikki at verða nakar trupulleiki við at fáa fiskin upp á land, greiðir Árni Dam frá. Føroyski umboðsmaðurin hjá russisku skipunum sigur, at tað dagliga liggja millum seks og átta russisk skip og uppskipa fisk í Hollandi.
- Tað er sjón fyri søgn, at lastirnar fara skramblandi forbí her hjá okkum, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur óverulig krøv. Um hesi skip fingu loyvi at uppskipa fiskin her í Føroyum, hevði tað skapt fleiri kærkomin arbeiðspláss á landi, og harafturat høvdu føroysku flutningsfeløgini eisini fingið meiri av vøru at flyta av landinum. Eg loyvi mær tí at spyrja, hvat hava vit starvsstovuna til, sigur Árni Dam.
- Vit hava havt nógvar trupulleikar við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og eg tími ikki longur at fáast við hana. Tí samskifti eg nú bara við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, og hann hevur givið mær lyfti um, at hann fer at kanna málið nærri, greiðir Árni Dam frá.

Útlendskir umboðsmenn skilja ikki føroyingar
At russisku skipini ikki fáa loyvi at uppskipa fiskin hevur eisini vakt ans uttanlanda. So seint sum mikudagin ringdi danski umboðsmaðurin hjá russum til Árna og spurdi, hvussu tað ber til, at føroysku myndugleikarnir ikki vilja góðkenna russiska fiskin til uppskipan, tá ið fiskurin uttan nakrar trupulleikar verður góðkendur í Hollandi.
Eitt gott dømi um russiska íkastið til føroyska búskapin er, at í dag og sunnudagin fer Atlantsflog at flyta ikki færri enn 360 russiskar sjómenn millum Vágar og Murmansk í sambandi við, at nøkur av russisku skipunum skifta manning.
Sjálvur ætlar Árni Dam sær eisini til Murmansk í hesum sambandi, tí trupulleikarnir við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal umrøðast á fundi við russar.