Vit minka blokkin sjálv

Høgni Hoydal hevði væntað, at útmeldingin frá Nyrup um blokkin fór at verða eitt ár. Tí hevur landsstýrið fyrireika seg uppá, at vit sjálv skulu minka blokkin

 

 

Útmeldingin frá danska forsætisráðharranum forðar als ikki føroysku ætlanini um ein sjálvberandi búskap og føroyskt fullveldi.

Tað er Høgni Hoydal, landsstrýrismaður í sjálvstýrismálum, sannførdur um.

? Vit eru langt síðani komin til ta niðurstøðu, at danska stjórnin als ikki vil gera nakra avtalu, ið hevur føroyskt sjálvstýri til endamáls. Tí hava vit fyrireikað okkum at gera alt sjálv, sigur Høgni Hoydal.


Mugu hava fastar karmar

Men Høgni Hoydal heldur tað kortini vera harmiligt, at tað ikki skal bera til at gera avtalur við donsku stjórnina.

? Vinnulívinum og øðrum tørvar greiðar karmar at virka undir. Tey mugu vera greið yvir fíggjarstøðuna so langt fram, sum til ber. Tí er tað óheppi, at vit bert kunnu gera avtalu um blokkin fyri eitt ár, sigur Høgni Hoydal.

Men samstundis viðurkennir Høgni Hoydal, at lítil munur er á fyri vinnulívið, um avtalan er eitt ár ella trý ár. Tí trý ár er heldur ikki long tíð.


Fegnast um yvirtøkur

Tað er hóast alt eitt við útmeldingini frá danska forsætisráðharranum, sum Høgni Hoydal fegnast um. Tað er, at hann sigur seg vilja samráðast um yvirtøkur.

? Men tað kann eisini vera, at Nyrup fer at draga hesar samráðigar út, fyri at forða okkum. Tí mugu vit vera fyrireikað at fara í gongd av okkum sjálvum, hóast ongar avtalur við danir, sigur Høgni Hoydal.

Hann vísir á, at føroyingar eiga tær góðu grundgevingarnar. Tað eru vit, ið ynskja at gjalda, og tað er vit, ið ynskja at lóggeva og umsita tey málsøki, vit vilja hava ræði yvir.

? Hesum skuldi verið torført at komið við grundgevingum ímóti, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum.