Øll vita, at kreppan fer at merkjast, men fólk yvirhøvur siga, at tey onga kreppu merkja enn Tað tykist ikki, sum vanligi íslendingurin á gøtuni rættiliga hevur merkt sviðan av fíggjarligu kreppuni enn.
Vit hava hesi bæði kvøldini, vit hava verið í Íslandi, verið úti og etið ? einfalt tí, at hotellið hjá okkum bert serverar morgunmat ? og tað hevur í báðum førum verið fult hús av fólki.
Og ikki bara tað. Tey hava hugnað sær í besta lag, hóast vit tosa um mánakvøld og týskvøld, sum ikki soleiðiðs beinleiðis plaga at vera kend sum kvøld, har fólk eta úti. Ikki í Føroyum altso, tí her er tað regulin, heldur enn undantakið.
Og skulu vit trúgva teimum krambafólkum, vit hava tosað við, so er kundahópurin í dag eins stórur, sum hann var fyri viku ella tveimum síðani.
So alt í alt má sigast, at herviliga fíggjarkreppan, sum rakar hart á gosfjall oynni í hesum døgum, ikki rættiliga hevur sligið ígjøgnum hjá vanliga íslendinginum á gøtuni enn.
Men tey, vit tosa við, er ógvuliga bevíst um, at kreppan fer at raka. Spurningurin er bert nær.