Tú nýtist ikki at fara út í heim fyri at vera vitni til stórar og professionellar fiskarímessur. Hesar finnur tú eisini her á landi. Sum fiskivinnutjóð eru vit føroyingar noyddir til at fylgja við, at hava fingurin á pulsinum, soleiðis at vit vita, hvat fyriferst á fiskivinnuøkinum sum heild. Fyri at kunna hetta luttaka føroyskar fyritøkur javnan á fiskarímessum í útlandinum, og føroyingar við fiskivinnuáhugamálum eru eisini gestir á mongum av hesum fiskarímessum. Herfyri var risastór fiskarímessa hildin í Bruxelles, har ein føroyskur hópur varð við. Eitt er at vísa flaggið á slíkum framsýningum og fáa vitan frá øðrum, annað er at marknaðarføra okkum og okkara vørur og tænastur.
Men tað hevur eisini týdning, at vit sjálvi skapa okkum eitt messuumhvørvi. Tað hevur so verið gjørt í mong ár, har fiskarímessur hava verið hildnar bæði í Runavík og í stóru høllini á Sandvíkahjalla. Men krøvini gerast størri og størri og harvið eisini plássið. Tí hava stigtakararnir til stóru fiskarímessuna ”Fish Expo Faroes 2009” tikið tað heldur óvanliga stigið at seta upp stór tjøld á niðara vølli í Gundadali.
Framsýningin lat upp í gjár og er opin til fríggjadagin seinnapartin. Á messuni eru umleið hálvthundrað framsýnarar úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Noregi og Stórabretlandi. Her finnur tú nógv av tí, sum nútímans fiskivinna í dag brúkar. Vit hava brúk fyri at síggja, hvat aðrir framleiða og vit hava eisini brúk fyri at vísa øðrum, hvørjar vørur og tænastur okkara vinnulív kann bjóða fram. At vitja eina slíka framsýning gevur eisini okkum øllum her á landi, sum kanska ikki dagliga takast við fiskivinnu, eina fatan av, hvat okkara vinnufyritøkur hava at bjóða, ja hvussu fjølbroyttar og dugnaligar tær eru.
At vit her á landi, sum einans telja nærum 50.000 menniskju, eiga eitt so fjøltáttað vinnulív á fiskivinnuøkinum og við so mongum góðum handverkarum og fakfólki annars, er einki minni enn eitt bragd. Nakað, sum vit eiga at vera errin og stolt av. Henda sannroynd er nettupp ein av loynidómunum aftanfyri, hvussu ein so lítil og fjarskotin tjóð megnar at standa á egnum beinum. Vitjið básarnar á messuni og tit fáa prógv fyri hesum. Takið virki sum Havsbrún, Vónina, JT Eletric, Nomatek, Oilwind fyri bara at nevna nøkur, ið eru við á messuni. Hesar borga allar fyri, at vit megna bara vit vilja. At Føroyar eisini eru eitt slag av royndarstað fyri allar hesar vinnur og fyritøkur er so ein av loynidómunum aftanfyri, at vit megna. Tað at hava alla vinnuna, sum skal brúka vørur og tænastur, her í landinum er jú lykilin til succeina. At kunna brúka hugflog og innovatión í eins egna umhvørvi til at menna vørur og tænastur er av alstórum týdningi, og hava eisini nógv ára royndir og menning av vørum gjørt, at føroyskar fiskivinnufyritøkur kunnu kappast við tær stóru í útlandinum. Vit hava fiskivinnuna so tætt inn at lívinum og gerandisdegnum, at hava vit tey røttu og úbúnu fólkini bæði í leiðslu og á gólvinum, so kunnu vit veruliga skapa nakað.
Fish Expo Faroes er avgjørd eina vitjan verd, ikki bara um tú er handilsfólk ella arbeiðir í fiskivinnuni. Nei hon er so sanniliga eisini gagnlig og áhugaverd fyri vanliga føroyingin fyri at fáa eina fatan av, hvat vit veruliga duga og megna. Og sjálvandi eisini at síggja, hvat onnur kunnu.










