Vit mangla vong- og strikuspæl

Kyndlaleikarin, Jakob Jónsson, leikti í fleiri ár í bestu norsku deildini, og hann hevur fleiri ferðir leikt ímóti onkrum av norsku landsliðsleikarunum. Vit hittu hann eftir landsdystin leygardagin

Hondbóltur

Tá vit fingu orðið beint á Jakob Jónsson beint eftir landsdystin og spurdu hann, hvat hann helt um dystin, var hann skjótur at svara.
- Eg haldi at føroyingarnir spældu ein góðan seinna hálvleik. Men hinvegin høvdu vit stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki. Eg dugi ikki at skilja, hví vit blíva við at byggja alt okkara álopsspæl upp á bakspælararnar. Tað er umráðandi at fáa lagt trýst á mótstøðuliðið allastaðni í verjuni. Vit hava als onki vong- og strikuspæl, og tí skapa vit trupulleikar fyri okkum sjálvar.
Spurdur um hann helt at norskur hondbóltur hevði tikið seg nógv fram, síðani hann sjálvur leikti har, segði Jakob: - Eg haldi ikki, at norska kappingin er blivin so nógv betri, men hinvegin er norska landsliðið væl sterkari nú, enn tað var fyri fáum árum síðani. Tú sært nú, at allir landsliðsleikararnir spæla í stórum feløgum í Týsklandi, Spania og Danmark.
Men hvat skal sambært Jakobi Jónssyni til, áðrenn eitt føroyskt landslið kann geva einum slíkum møtustøðuliði sum tí norska ein enn skarpari gang:
- Tað er alneyðugt, at hondbóltssambandi fær nøkur ungdómslandslið upp at standa. Ístaðin fyri at fara av landinum at fáa ein dýran venjara til manslandsliði, kundi man heldur funnið ein bíligari her á landi, og so brúkt eitt sindur av pengum upp á yngri landslið, ið kundu tikið lut í smærri kappingum í t.d. Danmark. Tað átti ikki at kosta so nógv. Um slík landslið so koma, er tað eisini umráðandi, at tey verða verandi, og ikki bert eru døgnflugur, sum hvørva aftur eftir stuttari tíð.
Men heldur Jakob Jónsson, at føroyskur hondbóltur er á rættari kós?
- Tað er einki at ivast í, at hondbólturin í Føroyum er blivin nógv betri seinastu árini. Menn eru meira seriøsir nú, enn teir hava verið, og vit síggja fleiri og fleiri stór talentir. Til dømis síggja vit í dag Sveinur Justinussen, sum er eitt sera stórt talent. Ein spælari sum hann skal fara til Danmarkar og royna seg í bestu deildini har, tað hevur hann evnini til. Fáa vit fleiri spælarar út um landoddarnar at royna seg, so blívir landsliðið eisini sterkari, sigur Jakob Jónsson at enda.