Vit mangla eina tilbúgving

- Tað er trupult at hjálpa so stórum djórum sum avgustum, tí vit vita ikki heilt, hvussu farast skal fram. Júst tí haldi eg, at tað hevði verið eitt hugskot, at vit høvdu eina tilbúgvingarætlan. Vit skulu minnast til, at nógv útlendsk eygu halda eyga við okkum, tá slíkar hendingar eru, og tí er umráðandi, at vit handfara støður sum hesar á rættan hátt. Tað sigur lívfrøðingurin, Bjarni Mikkelsen, eftir at fýra avgustar seinastu vikuna hava verið í Sundalagnum. Tveir teirra eru nú deyðir

Týsdagin í farnu viku gjørdust fólk varug við fýra ógvuliga stórar hvalir, ið vóru komnir norðanífrá í Sundalagið. Talan var um fýra avgustar, ið viga millum 20 og 30 tons hvør, og alla seinastu viku hildu teir til norðanfyri brúnna við Streymin.

Fyri ein lívfrøðing sum Bjarna Mikkelsen, ið dagliga starvast á Náttúrugripasavninum, hevur vitjanin av teimum fýra avgustunum havt stóra ávirkan á hansara arbeiðsdag seinastu dagarnar.

- Sjálvandi hevur tað verið eitt vet stuttligari og meira spennandi at farið til arbeiðis nú, meðan avgustarnir hava verið í Sundalagnum, og júst eins og tey flestu fólkini hava verið bergtikin av hesum stóru djórunum, havi eg eisini verið rættiliga hugtikin av, hvussu avgustarnir hava verið hesar dagarnar, teir hava hildið til í Sundalagnum, sigur Bjarni Mikkelsen.


Hann metir, at fleiri enn túsund fólk hava leitað sær í Sundalagið fyri at síggja hvalirnar. Eisini hava fjømiðlarnir gjørt nógv burturúr hendingini, og tað dámar lívfrøðinginum væl.

- Tað er áhugavert og stuttligt, at tað á henda hátt kemur eitt størri fokus á mítt fak, sum er lívfrøði. Men hinvegin, so hevði mær dámt betur, um tað primera fokusið var á, hvussu mann á besta hátt kann hjálpa hesum hvalunum, sigur Bjarni Mikkelsen.



Vit vildu hjálpa

Hóast hvalirnir fyrst vórðu sæddir týsdagin, fór Bjarni Mikkelsen ikki á staðið at hyggja eftir teimum fyrr enn hósdagin.

- Eg las um tað á onkrum tíðindaportali týsdagin, og eg roknaði skjótt út, at tað ivaleyst vóru avgustar. Teir eru ikki óvanligir her á leiðini um veturin, og harafturat var mátin, fólk søgdu teir svumu tætt við land, rættiliga eyðkendur fyri avgustar, sigur Bjarni Mikkelsen.

Hósdagin var hann kvikur at fara úr Havn og norður til Nesvíkar, tá ein kenningur ringdi til hansara fyri at fortelja, at tann eini avgusturin var næstan komin á land.

- Eg var so á staðnum í fleiri umførum teir næstu dagarnar fyri at fylgja við, hvussu leikur fór. Fyri meg hevur tað verið áhugavert at síggja, hvussu teir hava borið seg at, meðan teir hava verið millum brúnna við Streymin og Nesvík, har teir fyri tað mesta hava hildið til. Av tí at teir hava fylgst í einum bólki á fýra, og eru endaðir í Sundalagnum, so kunnu teir fáa ein heldur løgnan atburð, greiðir Bjarni Mikkelsen frá.

Hóskvøldið doyði ein av avgustunum, og sunnunáttina doyði tann næsti.

- Teir vóru komnir upp á land, og har var einki at gera. Vit høvdu ikki útgerðina, sum skal til fyri at flyta eitt so stórt djór, sum avgustur er.




Fingu hjálp aðrastaðni

Lívfrøðingurin vísir á, at tá djór koma soleiðis fyri, vil mann gera alt fyri at hjálpa.

- Kann mann hjálpa, so ger mann sjálvandi tað, men eg haldi tað er umráðandi, at mann skal ikki gera støðuna verri. Um vit skulu hjálpa einum hvali, so skal tað vera ein reel roynd, og ikki bara fyri at fólk skulu sleppa undan at hyggja uppá hvalin, vísir Bjarni Mikkelsen á.

Tað var upp á tal, at Vørn, sum er fiskiveiðieftirlitið, skuldi hjálpa at flyta hvalirnar, sum vóru komnir á land. Men so bleiv ikki.

- Trupulleikin var, at Vørn ikki hevði ta útgerðina, sum skuldi til fyri at flyta avgustarnar. Tí bleiv einki gjørt, sigur Bjarni Mikkelsen.

Djóraverndarfelagsskapir uttanlands høvdu hoyrt um avgustarnar í Føroyum og høvdu sett seg í samband við Bjarna Mikkelsen. Ein av teimum heilt stóru felagsskapunum, WSPA, bjóðaði seg fram at kanna, hvussu tey hava gjørt aðrastaðni, tá avgustar eru komnir á land.

- Hesin felagsskapurin bjóðaði seg fram at forhoyra seg, hvørjar royndur tey hava aðrastaðni við at flyta og hjálpa avgusti. Men veruleikin er tann, at tey høvdu onga sólskinssøgu, har tey hevði eydnast at flutt avgust av landi. Og tað vísir okkum eisini, at tað er ikki bara sum at siga tað, at flyta eitt so stórt djór, sigur Bjarni Mikkelsen og heldur fram:

- Tá stórir felagsskapir, ið kunnu fáa alla hjálp og stór skip, og tey ikki megna at flyta so stórt djór, so kunnu vit í Føroyum taka tað róligt og bara ásanna, at hetta er ein trupul støða at koma í, tí sjálvandi vil mann hjálpa.





Mangla eina tilbúgving

Bjarni Mikkelsen heldur, at hendingin við avgustunum seinastu dagarnar eigur at fáa avvarandi myndugleikar at umhugsa tiltøk, sum kunnu verða til gagns eina aðru ferð, um søgan við avgustunum skuldi endurtikið seg.

- Vit hava onga tilbúgving, tá slíkt kemur fyri, og tað haldi eg, at vit áttu at havt. Vit hava áður hjálpt minni hvali, men tá talan er um avgust, tá er ein ávísur trupulleiki at hjálpa. Tað meti eg er rættiliga óheppið, serliga tí at altjóða felagsskapir hava fylgt við í hesi hendingini, og vit fáa einki gjørt og vita ei heldur, hvat vit eiga at gera í eini slíkari støðu, heldur Bjarni Mikkelsen fyri.

Hann vísir á, at hóast tað ikki hendir ofta, so kemur fyri, at stórhvalur kemur á land onkrastaðni í Føroyum. Av somu orsøk er neyðugt við eini tilbúgvingarætlan.

- Vit hava í tveimum umførum seinastu 15 árini havt døglingar á landi í Hvalba, har tað í báðum førum hevur verið trupult at hjálpa hesum djórunum. Mann veit ikki nágreiniliga, hvussu farast skal fram, tá roynt verður at bjarga slíkum stórum djórum. Hesir hvalirnir kunnu ikki stýrast og fáast at svimja ein ávísan veg, sigur Bjarni Mikkelsen og leggur afturat:

- Vit fáa í ein ávísan mun hjálpt minni hvali, men tá talan er um avgust, hava vi tein trupulleika. Vit hava tilbúgvingar, tá skip fara á land, ella tá oljulekar henda, og hví ikki hava eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram, um vit koma í somu støðu, sum henda við hvalunum, spyr Bjarni Mikkelsen.

Hann heldur, at ein tilbúgvingarætlan kundi gjørt, at allir stovnar, avvarandi myndugleikar og onnur, ið hava við slík mál at gera, kundu møtst tíðliga í tilgongdini, og síðani kundi mann kjakast, hvussu farast skuldi fram.

- Við eini tilbúgvingarætlan høvdu vit møguliga kunna hjálpt hvalunum, áðrenn teir komu á land, og allir partar vistu, hvat skuldi gerast. Eitt nú hevði ein møguleiki verið, at rikið teir út við sonari ella vanligum ekkoloddi, áðrenn teir komu á land.