Kringvarpið
- Vit hava gjørt eina neyðsemju og har máttu vit lora á summum økjum fyri at fáa nakað á onkrum øðrum øki.
Andreas Petersen, formaður í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, staðfestir, at tann nýggja Kringvarpslógin er ein politisk neyðsemja.
Í hesari neyðsemjuni missir Kringvarpið rættin til at senda handilslýsingar, men afturfyri fær tað loyvi at senda almennar útlendskar Public Service rásir, eitt nú DR og NRK.
Allir teir stóru flokkarnar í Løgtinginum samdust um, at tey árini, skulu handilslýsingarnar í Kringvarpinum minka so líðandi til tær eru heilt burtur um fimm ár, tí hetta skal vera ein marknaður, sum tær privatu støðirnar skulu eiga burturav.
- Tað hava vit gjørt fyri at tryggja, at Kringvarpið verður púra óheft av øllum handilsligum áhugamálum, tí tað kann hugsast, at Kringvarpið aftrar seg við at vera kritiskt ímóti eini fyritøku, sum lýsir nógv í sjónvarpinum.
- Tað eru ongar almenn Kringvørp í londunum rundanum okkum, sum sleppa at senda handilslýsingina og tað halda vit heldur ikki, at okkara Kringvarp skal sleppa, leggur Andreas Petersen afturat.
Men tað er eisini greitt, at Løgtingið hevur onga greiða ætlan fyri, hvussu handilslýsingarnar í Kringvarpinum skulu minkast niður so líðandi.
- Nú mugu vit síggja, hvussu gongdin verður og hvussu lýsingarnar verða í øðrum rásum, so eigur lýsingamarknaðurin at verða fluttur yvir á privatu rásirnar.
Men afturfyri at missa handilslýsingarnar, halda vit, at tað er rímiligt, at Sjónvarp Føroya so at senda útlendskar, almennar rásir.
Er tað ikki at leggja seg út í kappingina við vinnur, sum longu eru á økinum?
- Tað veit eg ikki. Men nú fáa tær privatu rásirnar einkarrætt til handilslýsingar.
- Vit hava eisini eina langa siðvenju fyri at frætta tíðindi aðrastaðni frá, uttan at tað hevur oyðilagt okkum, hvørki mentanarliga ella málsliga. Vit eru eisini so smá, at tað er avmarkað, hvat vit sjálvi fáa framleitt av sendingum og tí er tað baraupplýsandi, at sleppa at síggja aðrar rásir eisini.
Sendinetið avgerandi
Kortini heldur Andreas Petersen, at tað, sum í veruleikanum verður avgerðandi, er, hvørja støðu Løgtingið tekur til sendinetið.
- Tað er als ikki avgjørt enn. Skal Sjónvarp Føroya senda aðrar rásir, skal sendinetið byggjast út, men á tí økinum er ongin avgerð tikin enn.
Í hesum sambandi er tað ein stórur spurningur um vit skulu hava eitt ella tvey digital sendinet.
Sjálvur heldur Andreas Petersen, at tað virkar løgið at byggja tvey sendinet í hesum lítla landi, tí tað kostar pening at gera og at røkja.
- Føroya Tele hevur eitt sendinet og tað er ein spurningur, hvussu rætt tað er at Kringvarpið eisini hevur eitt - samstundis sum Føroya Tela umsitur sendinetið, sum Kringvarpið hevur nú.
- Sendinetið er ikki annað enn eitt veganet og vit hava ikki tvey veganet í Føroyum og tí er tað eisini ein spurningur um vit skulu hava eitt felags sendinet, sigur Andreas Petersen.
Eitt, sum Televarpið fýlist á, er, at hvørki tað, ella Kappingarráðið og Fjarskiftiseftirlitið sluppu at siga sína hugsan um hetta.
- Tað er tí, at hetta er ein politisk avgerðing burturav, allir partar loraðu á einum øki og fingu nakað aftur á einum øðrum øki, sigur Andreas Petersen.
Sí eisini greinina Ætla at brúka fleiri milliónir til onga nyttu og greinina Fyrimunurin er nógv størri enn vansin