Vit mótmæla

Tað mundi mangur á Sandoynni hvøkka við, tá tey lósu greinina hjá skilmanninum, Ein føroyingur ? ein atkvøða!

Einki er at ivast í, at í sjálvum býtinum hevur hann allan rættin, men, hví skal býtið gerast? Hví er ójavnin? Hevur ójavnin ikki altíð verið? Vit hava livað við honum í so mong ár, og ójavnin hevur itl tíðir verið nógv størri í ymsum plássum, enn hann er í dag.
Skal handan mannagongdin fylgjast, so verða tað ikki mong ár afturat, sum gongdin er í dag, til eingin løgtings-umboðan verður á Sandoynni og bert ein í Vágum. Hvat er tá vunnið? Sandoyggin er av náttúrunnar hond nógv skerd, í mun til nógvar av hinum oyggjunum.
Fólkatalið er ov lítið til at kunna nøkta tørvin til nógv av teim ynskjum, ungdómurin hevur í dag, sum ungdómurin hevur í øðrum plássum. Men sigast skal, at tað gongur rætta vegin, hóast stríggi er at koma á mál. At flyta annað løgtingsumboðið av Sandoynni til Havnar, man vera ein hugsan, sum fáur av teim sum her búleikast tekur undir víð. Vit hava einki móti Havnini, men har er ikki so lítið sum er, latum okkum hava tað í friði, sum vit hava.
Tað vil til allar tíðir verða fleiri atkvøður til hvørt valevni, har fólkatalið er stórt og færri har fólkatalið er tað mótsatta. Lítið er at ivast í, at í Sandoyar sýslu eru tey flestu samd um, at hendan ætlan ikki má blíva veruleiki og vit eru eisini samd um at mótmæla.