Vit lupu ikki framav

Alt ov lítið varð gjørt fyri at halda avtalurnar, vit gjørdu í samstarvsavtaluni og tí máttu vit fara, sigur Jaspur Vang, býráðslimur á Tvøroyri

- Vit lupu ikki framav. Tvørturímóti hava vit umhugsað støðuna gjølliga.
Tað var ikki í óðum verkum, at samandsflokkurin segði samgonguna í Tvøroyrar býráði upp fyri eini viku síðani.
Tað staðfestir Jaspur Vang, sum er annar av býráðslimunum hjá sambandsflokkinum á Tvøroyri.
Jaspur Vang, sigur, at eftir seinasta býráðsval, samdust alt býráðið á Tvøroyri um at samstarva í eini samgongu.
Men fyri góðari viku síðani gjørdu tey bæði sambandsfolkini í býráðnum av at siga samgonguna upp.
Tey bæði sambandsfólkini hava ikki viljað sagt stórvegis um, hví tey tóku hetta stigi.
Tey vilja framvegis ikki fara so nágreinliga inn í einstøk mál fyri ikki at órógva samstarvið meiri enn neyðugt.
Men nú sigur annað teirra, Jaspur Vang, kortini, at eftir teirra tykki, gjørdi býráðið ov lítið við at halda teir málsetningar, sum stóðu í samstarvsavtaluni, tá ið býráðssamgongan varð skipað.
 
Settu treytaleys krøv
Hann staðfestir, at samgongan í býráðnum var ikki bygd á politiskt samstarv ímillum tveir partar á jøvnum føti.
- Tvørturímóti varð tað grundað á flokspolitiska valdsbýtið í býráðnum.
Hann vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur fýra av teimum sjey býráðslimunum á Tvøroyri og tí kann flokkurin skipað meirilutan einsamallur.
Og ta støðuna gagnnýtti javnaðarflokkurin eisini, tá ið samgongan varð skipað.
- Eftir býráðsvalið í 2004, settu teir fýra býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum okkum eitt treytaleyst krav. Og tað kravið var, at Javnaðarflokkurin skuldi hava bæði borgarstjóran og varaborgastjóran.
- Javnaðarflokkurin kravdi at fáa formannin í teimum stóru nevndunum, sum eru tekniska nevnd, mentanarnevndin og sosiala nevnd og teir kravdu eisini meirilutan í øllum hinum nevndum.
Av tí at teir skuldu hava borgarstjóran, fingu teir av sær sjálvum eisini formannin í fíggjarnevndini, tí har er borgarstjórin altíð formaður.
Jaspur Vang sigur, at vildi sambandsflokkinum taka undir hesar treytir, skuldi flokkurin fáa umboð  formannin í Havna- og Umhvørvisnevndini og tað hevði flokkurin annars ikki fingið.
 
Vildi hava raðfestingar
Hann sigur, at tá ið samgongan varð skipað, legði Sambandsflokkurin sera stóran dent á, at býráðið gjørdi eina raðfesting, har ein ítøkilig útbyggingarætlan varð stungin út í kortið fyri alt valskeiðið.
- Men tað hevur vilji ikki verið til fremja í verki, tí enn eru ongar raðfestingar gjørdar, hóast helmingurin av valskeiðnum er farið. 
- Vit hava fleiri ferðir reist málið í býráðnum og vit hava enntá lagt uppskot fyri Býráðið um at gera ein raðfesting.
- Men tað hevur alt verið til fánýtis, sigur hann.
Hann sigur, at tað varð eisini avtalað at býráðsumsiting skuldu umskipast og møguliga styrkjast fyri at hækka tænastustøðið og fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiddu í býráðsumsitingini og hjá kommununi sum heild.
- Men fyri einum ári síðan hendi tað beint øvugta, tí tá søgdu býarverkfrøðingurin og tvey fólk í teknisku umsitingini upp við teirri grundgeving, at arbeiðsumstøðurnar ikki vóru nøktandi.
Hesi viðurskifti hava onga veruliga eftirmeting fingu í býráðnum.
Í kjalarvørrinum á hesum málið, løgdu vit eisini uppskot fyri býráðið um at gera eina starvsfólkaskipan, soleiðis sum kommunustýrislógin eisini leggur upp til. Men tað vann heldur ikki frama.
- Alt hetta førdi til, at sambandsflokkurin ikki vildi leggja navn til samgonguna í Tvøroyrar Býráð longur og tí varð samgongan søgd upp.
Jaspur Vang sigur, at samanumtikið mettu tey í sambandsflokkinum ikki, at allir partar virdu samstarvsavtaluna í nóg stóran mun og vildu virka fyri tí, sum var avtalað og tí segði flokkurin avtaluna upp.
- Tað er meiningsleyst at vera bundin av eini avtalu, tá ikki allir partar virða hana, sigur hann. 
Hann vísir eisini á, at tey eru ikki lopin framav í hesum málið, men hava umhugsað støðuna gjølla, samstundis sum tey góvu samstarvinum tvey ár
- Tað ber ikki til at selja síni yvirskipaðu sjónarmið fyri einhvønn prís - heldur ikki ein formanssess, sigur Jaspur Vang.
- Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá borgarstjóranum á Tvøroyri, áðrenn blaðið fór til prentingar.