-Vit øll mugu gera eitt lobbyarbeiði

-fyri at fáa forstáilsi hjá politikarunum í hinum Norðurlondum fyri fullum føroyskum limaskapi sigur Edmund Joensen, tingformaður, sum eisini fegnast um, at ongar løgfrøðiligar forðingar eru fyri limaskapi

Løgtingið var vertur, tá formanskapurin í Norðurlandaráðnum hevði fund í Havn herfyri. Edmund Joensen, tingformaður fór sjálvur við á fundin saman við formonnunum fyri allar flokkar á tingi. Sjálvur heldur Edmund Joensen, at hetta var ein sera góður fundur fyri Føroyar. Eg helt tað vera rætt at vera við á fundinum, tí ynskið at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum er nakað, sum alt løgtingið vil, og tí vildi eg bara undirstrika henda veruleika við at vera við á fundinum, ikki bara vísa hetta í skrivt men ítøkiliga við at vera við.

-Tað sum stóð eftir aftaná fundin var, at nú er tað ikki longur ein løgfrøðiligur spurningur, um Føroyar kunnu fáa fullan limaskap. Tað er avklárað. Nú er tað ein politiskur spurningur. Nú mugu vit so gera tað neyðuga lobbyarbeiðið fyri at fáa politiska undirtøku fyri málinum.

Edmund Joensen sigur, at tað var hansara varhugi, at allir gestirnir vóru sera væl nøgdir við túrin í Føroyum. Nú mugu vit so til at gera politiskt arbeiði fyri at skapa forstáilsi fyri okkara ynski. Og hetta kunnu øll gera hvør í sínum lag men fyrst og fremst umboð fyri politisku flokkarnar í Føroyum men eisini føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, løgmaður og løgtingsformaðurin sjálvur.

Edmund Joensen sigur, at tað, sum nú hendir, er í tráð við nýskapanaruppskotið, sum Sambandsflokkurin hevur skotið upp. Har stendur, at Føroyar skulu vera sjálvstýrandi tjóð í ríkinum, og hetta er fult í samsvar við tað. Vit hava alla tíðina sagt, at tað er ikki neyðugt at vera eitt fullveldi fyri at fáa fullan limaskap. Tí er tað vigtugt fyri okkum at kunna vísa á, at tað ber til at fáa eina sjálvstøðuna umboðan uttan at skula vísa á, at man er ein suveren tjóð. Edmund Joensen heldur tí, at bæði teirra egna nýskaparuppskot og uttanríkispolitisku heimildarlógirnar prógva so staðiliga, at tað ber til at fáa fullan limaskap.

Eisini løgtingsformaðurin er sera fegin um arbeiðið hjá formanninum í Norðurlandaráðnum. Vit hava í Ole Stavad ein sera góðan formann. Eg havi størstu virðing fyri tí arbeiði hann ger. Og eg havi stórt álit á, at hann fer at koma langt við málinum. Og havi varhugan av, at ríkið stendur saman um hetta.

Edmund Joensen viðgongur, at tað kunnu vera onnur støð, har skógvurin trýstir, eitt nú í Svøríki, Noregi og Finlandi, men hann heldur tað ber til at koma ígjøgnum kortini við okkara limaskapi. -Eg havi ikki varhugan av, at tað eru tær stóru forðingarnar men Helsinkforsavtalan skal so broytast, og vit hava varhugan av, at slík mál taka tíð.