Vit leggja okkum ikki í heingikoyggjuna at bíða

Vit fara at vita um tað ber til at samstarva um ein politikk, har okkara útflutningur kann tvífaldast

- Okkara visjón er, at Føroyar fara frá at vera rávøruframleiðari til at verða matvøruframleiðari.

 

Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.  

 

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, alt fyri eitt, at taka samráðingar upp við ES, um frían handil, uttan at vit missa ræði á fiskiríkidøminum ella fiskivinnupolitikkinum.

 

Fortreytin fyri at nýskipa fiskivinnuna og fáa hana til at vaksa, er at fáa betri atgongd til tann ríkasta marknaðin, ið er ES-marknaðurin.

 

- Í dag mugu føroyskar fyritøkur gjalda upp í 25 prosent í tolli fyri at flyta matvørur á ES - marknaðin og tað loysir seg sjálvandi ikki.

 

- Tí flyta føroysk arbeiðspláss til Týsklands, og tað fara vit at síggja meira av, um onki verður gjørt beinanvegin, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

 

Hann vísir á, at Niðurlond og Danmark fáa nógv meiri burturúr sínum fiskatilfeingi, enn vit fáa.

 

- Umframt at virka sín egna fisk til matvørur, keypa tey frá øðrum og selja á ES-marknaðin.

 

- Eitt gott samráðingarúrslit og fríhandil við Europa eigur í minsta lagi at kunna tvífalda útflutningsvirði Føroya, sum í dag er á leið seks milliardir krónur.

 

Men í dag er tað soleiðis, at útlendingar fara avstað við virðinum, sum vit føroyingar sjálvandi skulu hava.

 

Bárður á Steig Nielsen ásannar kortini, at nú Sambandsflokkurin er í andstøðu, hevur hann avmarkaðar møguleikar til at ávirka politikkin beinleiðis.

 

- Tí hava vit hug til at vita, um samstarv við samgonguna ber til, men treytin er sjálvandi, at Sambandsflokkurin skal hava ávirkan og fáa síni fingramerki politikkin

 

- Avbjóðingin er, at Føroyar í løtuni hava eina loysingarsamgongu, "sum hevur sett landið á vandakós". Men alternativið er at liggja í hongikoyggjuni og einki fáa burturúr í fýra ár

 

- Eg haldi, at fáa vit samstarva um nøkur mál, og fáa vit ávirkan og rikið sambandspolitikk, er samstarv eina roynd verd, sigur Bárður á Steig Nielsen.