- Vit lótu strandfaraskipini sigla

Arbeiðssteðgur

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, hevur ongan hug at gera viðmerkingar til fyrra spurningin um, hvat hann heldur um arbeiðssteðgin, sum stendst av sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum.
- Nei, tað havi eg ongar viðmerkingar til. At siga nakað ella einki at siga um hetta stríð, er eitt val millum pest og kolera, heldur Hans Joensen.

Skipini sigldu
Hann vísir á, at fakfelagsleiðarum dámar ongantíð, tá ið løgtingið leggur seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, og tí dugir hann heldur ikki at siga, um tað er rætt ella skeivt av løgtinginum við lóg at samtykkja, at niðurlagda siglingin hjá strandfaraskipunum skal takast burtur úr stríðnum.
- Undir seinastu ósemjuni á privata arbeiðsmarknaðinum samdust arbeiðarafeløgini um at lata strandfaraskipini sigla, tí vit mettu tað ikki vera rætt, at útjaðarin verður raktur so hart í mun til miðstaðarøkið.
Hann sigur, at tað vóru limir í arbeiðarafeløgunum, sum loystu og bundu skipini undir verkfallinum.
- At Starvsmannafelagið ikki vil lata skipini sigla, er so teirra val, og tað havi eg sum so ongar viðmerkingar til. Eg kann bara siga, hvat arbeiðarafeløgini gjørdu undir seinastu sáttmálatrætuni, sigur Hans Joensen.

At lata vápn
Hann vísir á, at tað er altíð keðiligt at lata "vápn" frá sær í einum sáttmálastríði, men formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur framvegis, at arbeiðarafeløgini  við at geva strandfaraskipunum undantaksloyvi at sigla  tóku eina rætta avgerð.
- Eg haldi, at arbeiðarafeløgini vóru ógvuliga solidarisk undir seinasta sáttmálastríði, men hetta er komið lítið fram, nú tey stóru strandfaraskipini hava ligið í stríðnum millum Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur Hans Joensen.