? Vit líta á hvønn annan

Katrin Dahl Jakobsen heldur ikki, at kaotisku samráðingarnar um nýggjan meiriluta í Havn, fara at forða fyri góðum samstarvi í meirilutanum

? Vit líta á hvønn annan og eru sera spent til at fara í gongd.
Soleiðis sigur Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum, eftir at tað nú tikist verða púra greitt, hvør meirilutin í Tórshavnar býráði verður næstu fýra árini.
Rok og kaos hevur valdað í Havn síðani valkvøldið, og fleiri avtalur eru gjørdar millum flokkarnar. Summar avtalur skuldu vera bindandi, aðrar skuldu váttast, og millum allar avtalurnar royndu politikarar langt innanfyri mark fyri at tryggja sær ávirkan og royna at leggja fót fyri hini.

Tey líta á hvønn annan
Ber tað yvirhøvur til at hava ein gott samstarv í býráðnum eftir alt hetta?
? Ja, tað rokni eg við. Fólk eru spent, og stemningurin er sera góður, nú vit hava undirskrivað okkara avtalu, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Kunnu tit líta á hvønn annan eftir allar hesar avtalurnar?
? Ja, vit líta á hvønn annan. Javnaðarflokkurin helt seg samráðast við Sambandsflokkin, tá ið fyrra avtalan var gjørd. Tit fingu at vita, at leiðslan í flokkinum visti av samráðingunum. Tá ið tað so vísti seg, at flokkurin ikki stóð aftanfyri avtaluna, høvdu vit ein trupulleika, tí vit gera ikki avtalur við persónar, men við flokkar.
Var tað so ein góð loysn, at Heðin Mortensen kom upp í Javnaðarflokkin?
? Javnaðarflokkurin er opin fyri øllum, og eg rokni ikki við, at nakar flokkur fer at siga nei til at fáa nógvar atkvøður. Allir flokkar vilja jú vaksa.

Kabalin gekk upp
Hví gjørdu tit eina avtalu við Fólkaflokkin, eftir at tit høvdu eina avtalu við Tjóðveldisflokkin og Heðin Mortensen?
? Tá tað kom fram, at Sambandsflokkurin ikki stóð aftanfyri avtaluna við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, tosaðu vit við Fólkaflokkin. Tað var Fólkaflokkurin, sum bæð okkum koma á fund, og tað fóru vit. Men avtalan við Fólkaflokkin var treytað av, at valfelagið góðtók hana.
Endin var tó, at valfelagið hjá Javnaðarflokkinum ikki vildi góðtaka samstarvið við Fólkaflokkin, og tá ið Heðin Mortensen so vildi sleppa upp í Javnaðarflokkin, gekk ein sera fløkt kabal mitt í tí heila upp.
Javnaðarflokkurin fekk ein býráðslim afturat, flokkurin fekk borgarstjóran, og so var lag á manni at skriva undir nýggja avtalu við Tjóðveldisflokkin.

Kvinnurnar ráða
Sjey býráðslimir verða partur av meirilutanum í Tórshavnar býráði næstu fýra árini, og av teimum eru fýra kvinnur.
? Kvinnurnar hava góða umboðan í meirilutan, og eg ivist ikki í, at tað fer at vera við til at gera alt øðrvísi og betur næstu árini, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
? Tað verður nógv at fara í holt við eftir nýggjárið, og tað gleða vit okkum til. Eg ivist ikki í, at samstarvið í meirilutanum fer at vera gott.