Vit løna Madrid aftur

Tvær milliardir krónur

Tað er prísurin, sum Real Madrid hevur goldið fyri Kaká í AC Milan og Cristiano Ronaldo í Manchester United. Men felagið fær pengarnar aftur, sambært Kaká. – Vit fara at løna felagnum aftur. Vit eru pengarnir verdir. Tað hava vit prógvað á vøllinum seinastu árini, sigur Kaká í spanska blaðnum Marcea. Raul Albiol og Karim Benzema eru somuleiðis nýggir í leikarahópinum hjá Real Madrid.