Mikkjal Thomassen vitjaði saman við Jákup á Borg, Jóhan Ellingsgaard og Jóan Paula Jakobsen á Rás2 fyrrapartin.
B36 venjarin trýr uppá, at B36 kann vinna og koma víðari úr hesum umfarinum.
– Vit vera varnir í fyrra hálvleiki, og satsa upp á teir møguleikar, vit fáa tá. So fáa vit at síggja, hvussu seinni hálvleikur kemur at síggja út, sigur hann.
Hann lýsti støðuna eftir seinasta dyst sum eitt antiklimaks.
– Teir hava einki áðrenn málið, meðan vit hava fleiri vandastøður. Kortini vinna teir dystin, men vit er tó ikki longur vekk enn so, at vit kunnu vinna dystin her, sigur Mikkjal Thomassen, sum fyrrapartin í dag hevði avgjørt, hvussu lið hansara skuldi síggja út. – Eg fái tó einki sagt alment enn, men tað verður nakað tað sama sum seinast, segði hann og váttaði, at Dennis Holmberg verður við í hópinum.
– Men hann kemur ikki at byrja inni, segði Mikkjal Thomassen. Dennis er annar nýggi leikarin, B36 hevur knýtt at hópinum seinastu dagarnar. Hin er Christian Restorff Mouritsen, men reglugerðirnar siga, at hann ikki kann brúkast til henda dystin, tí hansara flyting var skrásett so seint.
Jákup trýr upp á tað
Jákup á Borg sigur eins og venjari sín, at hann trýr væl upp á, at tað ber til hjá B36 at spæla seg víðari. – Teir eru væl fyri og flyta seg væl, men eru verri fyri enn flest onnur lið, vit kenna eystan frá, sigur Jákup á Borg. Hann greiðir frá, at Olimpi Rustavi er við í altjóða fótbólti í ár, tí teir taptu steypafinaluna. Annars er talan um eitt lið, ið ikki stendir seg so øgiliga væl í georgisku landskappingini. – Raka teir dagin, eru teir helst betri enn vit, men tað er so okkara uppgáva at syrgja fyri, at teir bara eru 80 prosent og vit 100, so skal tað nokk ganga hjá okkum, sigur Jákup á Borg.