Hóast vit hava ein sambandsløgmann, og hóast báðir loysingarflokkarnir Tjóðveldi og Framsókn sita í andstøðu, so eru kortini tankar í landsstýrinum um loysing frá Danmark.
Áður hevur sambandsmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen tosað um ein annan felagsskap við Danmark, ein ríkjafelagsskap, sum er uttan fyri grundlógina, og nú er tað uttanríkisráðharrin Jenis av Rana, sum tosar um, at vit kanska mugu loysa frá Danamrk.
Lesið eisini: Jenis av Rana vil burtur úr donsku grundlógini
Tað sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í eini longri grein í danska miðlinum www.udenrigs.dk, har hann hugleiðir um støðuna hjá Føroyum í uttanríkismálum.
Jenis av Rana skrivar millum annað, at søgan vísir, at pragmatiskar loysnir hava verið avgerandi í menningini av samstarvinum millum Føroyar og Danmark, og at vilji til pragmatiskar loysnir, sum taka atlit til allar partar, er neyðugur fyri okkara felags framtíð.
– Tað er breið semja millum føroyingar um, at tað undir øllum umstøðum bæði er nátúrligt og skilagott at halda fast um sterka sambandið við Danmark, skrivar hann.
– Men um so verður, at danska forstáilsið og tulkingin av grundlógini er ein forðing fyri, at Føroyar kunnu virka og røkja egin áhugamál altjóða, kunnu vit verða noydd til at umhugsa karmarnar fyri samstarvið – og um Føroyar og Danmark skulu skipa eitt samstarv uttan fyri grundlógina, skrivar uttanríkisráðharri okkara.
Jenis av Rana skrivar undir yvirskriftini »Færøerne vil bestemme sin egen skæbne«, og greinin kann her.
##med2##
... og á www.udenrigs.dk/2022/01/10/faeroeerne-vil-bestemme-sin-egen-skaebne/