Vit kunnu steingja haldið

? Vit elva ikki til telefonterror. Tað hevur onki við frælsi í dós at gera, tí telefonterror hevur verið líka síðani telefonin varð uppfunnin, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri á Kalli. Hann sigur, at í teimum førum har talan er um prógvaðan grovan telefonterror, ber til hjá Kalli at steingja eitt hald

Í vikuskiftis Sosialinum stóð grein, har Bárður Persson, sjónleikari, harðliga fílist á, at tað ber til at ogna sær eitt telefonhald í dag uttan at skráseta seg. Hann hevði í vikuni fingið nøkur ótespilig smsboð sendandi. Hann boðaði løgregluni frá, men har var ikki nógv at gera, tí viðkomandi hevði ikki skrásett seg sum brúkara hjá Kalli.
Bjarni Askham Bjarnason, stjóri á Kalli, sigur, at tað er komið fyri, at fólk hava vent sær til Kall við slíkum trupulleikum. Og í teimum førunum har tað kann prógvast, at talan er um serliga grovan telefonterror, hevur Kall simpulten lagt haldið niður.
? Vit hava valt at gera tað á hendan hátt, tí vit meta, at vit soleiðis kunnu hava eitt gott samstarv við okkara kundar ? eisini teir, sum verða órógvaðir av telefonterror, sigur stjórin á Kalli og vísir á, at tað finnast fleiri aðrir og lættari mátar at senda ótespilig smsboð - eitt nú umvegis heimasíður. Av tí sama heldur hann ikki, at skráseting av øllum haldunum hevði bøtt so nógv um hendan trupulleikan.
Bjarni vísir eisini á, at tá slíkir trupulleikar taka seg upp, kann tað krevja nógv av fólki, um tey skulu melda til løgregluna, og tískil bjóðar Kall seg til at steingja fyri haldinum, um nóg góð prógv fyriliggja.

Digitali heimurin
Stjórin á Kalli sigur eisini, at Kall umhugsaði hendan trupulleikan í tilrættisleggingini av Frælsi í dós herferðini, men tey mettu, at fyrimunirnir við hugskotinum væl og virðiliga viga upp móti vansunum.
? Vit leggja okkum eftir at hava ein vøru, sum er løtt at selja yvir um ein disk so at siga, hvar tað skal vera. Og tað er ongin loyna at digitali heimurin í dag, ger tað munandi lættari at fremja telefonterror av ymsum slagi, vísir hann á og leggur afturat, at tey allarflestu velja at skráseta seg.