Føroyingar eiga at at umhugsa at hjálpa til at koppseta fólk í fátækum londum fyri koronu. Tað heldur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins.
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Framsókn um at játta Apoteksverkinum níggju milliónir, til at keypa koppingarevni fyri koronu, við tí endamálið at fáa ferð á koppsetingina.
Tá ið Løgtingið umrøddi málið, setti Aksel V. Johannesen spurnartekin við um tað yvirhøvur ber til at fáa fatur á meiri koppingarevni, soleiðis sum Framsókn leggur upp til.
Men hann staðfestir samstundis, at í heimsins fátækastu londum fáa tey ikki fatur á koppingarevni, og tey mugu kanska bíða í fleiri ár. Orsøkin til tað er fyrst og fremst tann, at tey ríku londini hava lagt alt koppingarevnið inn undir seg, so einki er eftir til restina av heiminum.
– Spurningurin er, hvussu etiskt og samhaldsfast tað er, at vera so sjálvsøkin, at vit lata heimsins fátækastu sigla sín egna sjógv, spurdi hann. Men vansin er eisini, at verða tey fátækastu londini ikki koppsett, økist vandin fyri, at fleiri variantar av sjúkuni fara at gera um seg. Og tað kunnu vera variantar, sum koppingarevni ikki bítur á, førdi formaðurin í Javnaðarflokkinum fram.
– So eru vit aftur, har vit byrjaðu fyri einum ári síðani, so heldur ikki heilsufakliga er tað forsvarligt, at vit bara hugsa um at koppseta okkum sjálvi og leggja vertin á tey fátækastu londini, heldur hann.
– Tað kann skjótt enda við, at vit skjóta okkum í fótin heldur Aksel V. Johannesen. Tí heldur hann, at vit eiga at umhugsa at lata fíggjarligan stuðul til at eisini fólk í menningarlondum kunnu verða koppsett.
Hann vísir á, at vit hava ein játtan til menningarhjálp. Hann heldur, at Løgtingið eigur at umhugsa, at hækka hana nakrar milliónir og tær kundu so verðið sendar til Covax, sum er eitt altjóða tiltak undir alheims heilsustovninum,WHO, og sum virkar fyri at útvega koppingarevni til heimsins fátækastu lond.
– Tað hjálpir eisini okkum, at vit fáa koppsett allan heimin, sum skjótast, sigur Aksel V. Johannesen.










