Vit kunnu rudda eitt slag av krabbameini út

Nógv fólk eru ótrygg og bangin, eisini í Føroyum, og tí er brúk fyri meiri upplýsing

 

- Tað er prógvað, at tað bjargar lívi og endamálið er at rudda eitt slag av krabbameini út.

Tað sigur Jenis, tingmaður fyri Miðflokkin, og lækni. Tí heldur hann, at vit eiga at bjóða enn fleiri føroyingum ókeypis koppseting fyri HPV virus.

- Í løtuni kunnu ungar gentur og kvinnur ímillum 12 ár og 28 ár, fáa ókeypis koppseting fyri HPV virus, sigur Jenis av Rana.

 

Men í løgtinginum í dag vildi hann hava at vita um nøkur ætlan er um at geva enn fleiri føroyingum tilboð um ókeypis koppseting, bæði kvinnum yvir 28 ár, og eisini dreingjum.

 

Karsten Hansen sigur, at sum støðan er nú, ber til hjá øllum at verða koppsett, men at tað er bara ókeypis hjá gentum og kvinnum ímillum 12 og 28 ár.

Hann sigur eisini, at rákið uttanlands er, at eldri aldursbólkar eisini fáa ókeypis koppseting og somuleiðis eru tey eisini farin at koppseta dreingir.

 

- Vit halda okkum til danska Heilsustýrið og kemur tilmæli haðani um at bjóða ókeypis koppseting, fara vit at taka tað upp, leggur hann afturat.

Hann vísir tó eisini á, at talan er eisini um ein spurning um pening, og játtanin til  Heilsuverkið er ógvuliga tepur.

 

Jóna Mortensen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, vísir á, at nógv verður tosað alment um, hvussu vandamikil koppsetingin er og at gentur, sum eru koppsettar, eru vorðnar rættiliga sjúkar, og summar enntá avlamnar av hjáárinum.

Eisini Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum spyr, hvør trygdin er fyri, at koppsetingin er gagnlig.

Hinvegin heldur Rósa Samuelsen, eisini tingkvinna fyri Sambandsflokkin, at tað er órættvís, at dreingir skulu rinda fyri koppsetingina, men at gentur fáa hana ókeypis.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at serfrøðingar vísa vandanum fyri hjáárinum aftur.

Men hon heldur, at tað er brúk fyri meiri upplýsing á økinum, tí tað eru nógv fólk, sum eru ótrygg og bangin av øllum tosinum um, hvussu vandamikil koppsetingin er.

 

Somuleiðis staðfestir Sirið Stenberg, eisini tingkvinna fyri Tjóðveldi, at serfrøðingar vísa aftur, at hjáárinini eru so stór, sum summi vilja vera við.

Men hon heldur, at ótryggleikin er so stórur, at tað er tørvur á eini almennari fráboðan á økinum, so fólk vita, hvat tey hava at halda seg til.

 

Jenis av Rana sigur, at almenna fráboðanin er komin og at tilmælið er at koppseta, tí tað bjargar lívið.

 

Hann heldur eisini, at vit eiga at mæla dreingjum og kvinnum til at lata seg koppseta, hóast tey skulu rinda tað sjálvi.

Karsten Hansen, staðfestir, at koppsetingin hevur hjáárin, men at fyrimunirnir eru nógv størri enn vansarnir, og at koppsetingin bjargar nógvum lívum.