? Tað var sjálvandi væntandi, at nýggja tryggingarfelagið fer at leggja seg eftir at fáa fólk frá okkum. Tað kunnu vit ikki gera so nógv við - og vit kunna ikki stavnsbinda fólk.
Hetta sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, tá Sosialurin bað hann um eina viðmerking til, at Páll Kunoy, stjóri á sjóvátryggingardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er farin í starv sum deildarstjóri á sjóvátryggingardeildini hjá Trygd.
? Vit hava ikki longur lógarfest monopol - og tí eru vit eisini fyrireikaðir upp á kapping, sigur Gunnar í Liða. Hann heldur ikki, at tað er ein stórhending, at teir nú eisini fáa kapping á sjóvátryggingarøkinum.
? Vit hava havt eina ávísa kapping á hesum øki, um vit hugsa um tey altjóðaskrásettu skipini. Men tað er greitt, at nú verður kappingin størri, sigur hann.
? Men boðskapurin hjá okkum er tann sami: Eingin tryggingartakari skal fara frá okkum, tí at hann fær eina bíligari trygging aðrastaðni, sigur Gunnar í Liða, sum leggur afturat, at hetta eisini er galdandi, um teir verða noyddir at fara óforsvarliga langt niður í prísi.
Men eisini hann lovar, at skilið ikki verður so ringt, sum við bilatryggingunum - og hann ætlar sær ikki út í eitt tílíkt prískríggj.
? Eg haldi, at báðir partar hava lært av biltryggingunum, sigur forstjórin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
? Um prísirnir nú eru komnir í fasta legu, ella um vit kunnu vænta fleiri hækkingar, veit hann ikki um at siga, tí hetta veldst um skaðaprosentið - sum nú er alt ov stórt,sigur Gunnar í Liða.