– Sjálvandi kunnu vit ikki standa modell til at lív og heilsa á viðskiftafókki hjá Almannaverkinuym, verður sett í váða. Sjálvandi kunnu vit ikki standa modell til at lív og heilsa á viðskiftafólki hjá Almannaverkinum, verður sett í váða.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Gerðarætturin hevur fyri eini løtu síðani givið Pedagogfelagnum viðhald í, at verkfallið, tey ætla sær undir í morgin ári, er lógligt. Tað merkir, at klokkan átta í morgin fara einir 500 pedagogar á stovnum undir Almannaverkinum í verkfall, saman við øllum pedagogunum á dagstovnunum kring landið, sum Kommunurnar sendu til hús fyrr í vikuni.
Almannaverkið hevur gjørt greitt, at fáa tey ikki undantøk til minst 135 pedagogar, kunnu tey ikki taka ábyrgdina av lívinum og heilsuni hjá búfólkum og viðskiftafólki hjá Almannaverkinum, sum eru so illa fyri, at tey ikki klára seg uttan at fáa hjálp. Men Pedagogfelagið hevur bara viljað givið undantøk til 89 pedagogar.
Eyðgunn Samuelsen ásannar, at talan er um eitt lógligt verkfall, men hon heldur, at tað er stak óheppið, at partarnir ikki kundu seta seg saman at viðgera støðuna, og koma til eina semju um, hvussu nógv undantøk krevjast fyri at veita trygd fyri vælferðini hjá viðskiftafólkunum hjá Almannaverkinum.
Hon sigur, at Almannaverkið situr í løtuni og ger støðuna upp og tí fær hon onki sagt um nakað verður gjørt, ella hvat tað skuldi verið. Men hon leggur dent á, at tey kunnu ikki standa modell til, at lív og heilsa verður sett í váða. Hinvegin verður ongin avgerð tikin um nakað, fyrrenn Almannaverkið hevur gjørt støðuna upp.
Tí fær hon heldur ikki sagt nakað um at fáa Løgtingið at leggja upp í, og hon veit heldur ikki um politikarar eru sinnaðir at leggja upp í.
Men alt hetta hava tey eina greiðari mynd av, tá ið Almannaverkið hevur gjørt støðuna upp, sigur Eyðgunn Samuelsen.