Vit kunnu ikki liva av mentan

Palli Gregoriussen, arkitektur, heldur tað er stórt spell at byggja vinnuhavn 170.000 fermetrar út í Nólsoyarfjørð, men vit kunnu ikki liva av mentan, sigur formaðurin í Vinnunevndini

Tórshavnar Havn arbeiðir í løtuni við ætlanum um at byggja yvir 170.000 fermetrar út í Nólsoyarfjørð, sum skulu brúkast til vinnuligt virksemi.  Ætlanirnar eru gjørdar í samstarvi við vinnuna, sum heldur til í Tórshavnar Havn.

Verður ætlanin framd, verður vinnuhavn framvið Skansanum og bygninginum hjá EIk Yviri við Strond.  Hetta heldur arkitekturin, Palli Gregoriussen vera spell. Tí hevur hann gjørt eitt uppskot til, hvussu havnarlagið kann síggja út ístaðin, um alt vinnuvirksemið verður flutt inn á Sund.

Hesum vil formaðurin í Vinnunevndini, Sjúrður Olsen tó ikki hoyra talan um. Tað er ov dýrt at byggja góðshavn inni á Sundi, og hann vil ikki flyta virksemið til Kollafjarðar, tí so verður allur fjørðurin har lagdur undir betong, sigur Sjúrður Olsen. Haraftrat er tað vinnan, sum skal gjalda fyri havnina, ikki skattaborgarin

 
Sosialurin prentaði í mikudagsblaðnum eitt uppskot til eitt heilt annað havnalag, sum royndi artkitekturin, Palli Gregoriussen, hevur gjørt av sínum eintingum. Hann heldur, at havnarlagið eigur at verða brúkt sum partur av høvuðsstaðnum og sær fyri sær, at her kann vera Tjóðpallur/Konserthús, Akvarium, handilsvinna til ferðafólk, Fróðskaparsetur, grøn umráðir og Marina. Á henda hátt kann Havnin gerast ein rættur høvðusstaður, og Skansin kemur til sín rætt sum tað fornminni, hann er, sigur Palli Gregoriussen við Sosialin. Men vit kunnu ikki liva av mentan, sigur Sjúrður Olsen. Hann heldur, at byggiætlanin er góð fyri Skansen, tí hann verður vardur av byggingini.

Stjórin í Faroe Ship, Johanna á Bergi, vil helst ikki siga nakað um, um Faroe Ship er sinnað at flyta virksemið inn á Sund ella til Kollafjarðar.
- Eg kann siga so mikið sum, at Palli Gregoriussen er ein skilamaður, tað er eingin ivi um tað, sigur hon og leggur aftrat: Eg havi hug at venda tí við og siga, at vit eru glað fyri at vera har, sum vit eru, og um umstøðurnar broytast, gera vit sjálvandi eina meting av, hvar tað er best hjá okkum at liggja.

Súrður Olsen sigur, at tað er óhugsandi at flyta alt virksemið inn á Sund, tí tað fer at kosta fleiri 100 milliónir krónur. Haraftrat er æltanin góð fyri Skansan, sigur formaðurin í Vinnunevndini.

- Byggjaríð fer at verja Skansan, og nú verður møguleiki fyri at njóta útsýni til Skansan uttanífrá, sigur hann. Frammanfyri Skansan skal byggjast eina bátahylur, sum  vitjandi kunnu ganga út á. Stendir tú hinvegin á Skansanum, verður útsýnið umleið 200.000 fermetrar av vinnuøki við bingjum og pakkhúsum.